Røturnar hava altíð havt nógv at siga fyri føroyingar, hetta at kunna leita aftur í ættini til sín uppruna. Leygardagin varð felag stovnað fyri ættargranskarar. Tað var í vár at stig vórðu tikin til at seta ættargranskingarfelag á stovn og síðani hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við ætlanini og gjørt lógir fyri felagið.
Um hálvt hundrað fólk tóku lut á stovnandi fundinum, sum var í MBF-húsinum í Havn. Í nevndina komu Maria Jacobsen, sum er formaður, Katrin Mørkøre, Jóna Lindenskov, Elin Midjord og Andras Joensen. Tiltakslimir eru Connie A. Jakobsen og Andreas Lava Olsen. Grannskoðari er Georg Thorsteinsson.
Tað er enn ov tíðliga at siga, hvat felagið fer at arbeiða við. - Eg hopi, at vit fáa eitt livandi felag. Endamálið at stovna felag fyri ættargranskarar er fyrst og fremst at savna fólk, sum hava áhuga fyri ættargransking. Vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, eisini aðra staðni frá, um ættir. Nú verður tað kanska lættari hjá okkum at arbeiða, sigur formaðurin í felagnum, Maria Jacobsen, sum í 14 ár hevur undirvíst í kvøldskúla í ættargransking.
Í stríð við lógina
Á fundinum, ið var í Nesvík í vár, har avrátt var at stovna ættargranskingarfelagið, var nógv tosað um møguleikan at gera ein felags databasa, sum kann brúkast í ættargranskingarhøpi og sum skásetir føroyingar her heima og úti í verðini. Grundgevingin hjá teimum, ið eru fyri eini slíkari skráseting, er, at tað er høgligari at arbeiða við ættargransking, tá ið allar familjurnar í Føroyum eru lagdar inn á teldu. Men stovnandi fundurin leygardagin vísti, at fólk greitt eru ímóti at hesum.
- Eg havi altíð verið ímóti hesum. Tað er vandamikið, ikki bara tí tað kann misbrúkast, men eisini tí, at vit onga lóg hava á økinum, sum heimilar hesum. Vit fáa alt tilfar vit arbeiða við frá Landsskjalasavninum. Lógin Landsskjalasavnið arbeiðir eftir heimilar ikki hesum. Landið er so lítið og viðkvæmt. Sum er ber til at finna forfedrarnar heilt aftur til trúbótina og annars fáa fatur á teimum upplýsingunum, okkum tørva. Eg haldi tað er ógvusligt at hugsa sær til, at øll tjóðin verður løgd inn á eina teldu. Tískil verður tað ikki eitt av endamálunum hjá felagnum, men hvat hvør ger í sínum lagi, er upp til hvønn einstakan, sigur Maria Jacobsen.