Hondbóltur
Tað var ikki sørt av spenningi undan dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og H71 sunnudagin. Ikki bert tí talan var um fyrsta dystin í grundspælinum, men eisini tí at Heini Hanusarson debuteraði fyri Neistan. Harafturat høvdu hoyvíkingar seinasta mikukvøld víst, at teir ikki eru at kimsa at, tá ið teir vunnu sannførandi á oddaliðnum Kyndli í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.
Javnt fyri steðgin
Tað gekk ógvuliga javnt á fyri steðgin. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og sjáldan vóru meira enn tvey mál á muni. Tað tóktist tó sum um, at álopið hjá hoyvíkingum hevði trupulleikar við stóru og vælvaksnu miðverju neistans við Birgiri Kass, Heina Hanusarsyni og Dragisa Stojovic á odda. Tá ið tað harafturat heldur ikki eydnaðist serliga væl at fáa gongd á vongspælið, dúvaði H71 fyri ein stóran part upp á einmansavrik frá Halgir Dahl-Olesen. Ikki kann sigast annað, enn at Halgir vísti seg frá síni bestu síðu í fyrra hálvleiki, tá ið hann skoraði ikki færri enn átta mál, fleiri av teimum við tí vælkendu undirhondskanónini. Trý av málunum gjørdi Halgir upp á brotskast, og tað var ein fragd at síggja, hvussu hegnisliga Halgir snýtti ein ikki sørt orkymlaðan Zelko Jotic í neistamálinum. Saman við einum sera vælleikandi Levi Nybo í hoyvíksmálinum syrgdi Halgir fyri, at tað stóð á jøvnum, tá ið farið var til hálvleiks.
Hjá heimaliðnum var serliga Buha á vinstra vongi ágrýtin fyri steðgin. Fleiri ferðir gjørdist hann leysur, og tá var lítið at gera hjá Levi í málinum hjá H71. Neistamenn fóru at mansverja Halgir Dahl-Olesen, tá ið einir átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Hetta førdi við sær, at álopini hjá hoyvíkingum gjørdist sera lang, og tað var fleiri ferðir, at dómararnir báðir høvdu hondina uppi fyri at markera nøl.
Átta minuttir avgjørdu dystin
Beint eftir steðgin var ein heldur margháttlig hending. Í verjuni hjá hoyvíkingum stríddist Jákup á Borg við at ansa eftir strikuspælaranum hjá Neistanum, Birgir Kass. Hetta var sum at síggja dystin millum Dávid og Goliat, og tað mundi fáa smílið fram á teimum flestu, tá ið Jákup fekk ostaskorpuna fyri at hava verið ov harður við Birgir.
Annars helt seinni hálvleikur fram, har sum tann fyrri endaði. Liðini fylgdust væl, heimaliðið hevði sum oftast leiðsluna, men tá H71 skifti til eina offensiva 3-2-1 verju, ørkymlaði hetta ikki sørt álopsspælið hjá Neistanum, og bráddliga vóru hoyvíkingar á odda við tveimum málum 22-20! Hetta fekk neistavenjaran Dia Midjord til at taka eina time-out, og hvat hann segði við sínar menn er ikki gott at vita, tí átta minuttir seinni hevði Neistin skorað seks ferðir og hoyvíkingar ongantíð, og so var Neistin á odda 26-22. Hetta líkasum punkteraði hoyvíkingar, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at henda løtan avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Neistan.
Neistin mansvardi Halgir, og tá ið hann var úti av myndini í álopsspælinum hjá hoyvíkingum, høvdu teir ikki serliga nógv at bjóða uppá. Tað er neyvan ov nógv sagt, at Halgir saman við Levi Nybo í málinum eru berandi kreftirnar hjá H71, og hava teir báðir ein góðan dag, kann alt henda.
Hovyíkingar royndu eisini at bróta álopsrútmuna hjá Neistanum við at mansverja Heina Hanusarson og Dragisa Stojovic móti endanum. Hetta eydnaðist partvís, men úrslitið bleiv at dysturin bleiv ógvuliga rótutur síðstu løtuna, og ikki færri enn níggju brotskøst vóru seinastu tíggju minuttirnar.
Hóast hoyvíkingar onkuntíð nærkaðust neistamonnum, so var sigurin ongantíð í vandi síðstu løtuna.
Breiddin á liðunum var munurin
Tað var ógvuliga týðuligt í dystinum sunnudagin, at tað var stórur munur á breidduni á liðunum báðum. Hjá H71 hvíldi alt ov nógv á herðunum hjá Halgir Dahl-Olesen, meðan neistamenninir høvdu væl álopsvápn. Bakkarnir báðir, Heini Hanusarson og Dragisa Stojovic, eru báðir sera skotsterkir, og harafturat hevur Neistin í Blagoje Buha ein ógvuliga góðan og málsøknan høgra vong. Tá ið so Áki Mørk, ið sat uttan fyri sunnudagin við skaða, verður við aftur sum spælskipari, hevur Neistin eina bak-ketu, ið kann geva hinum liðunum svøvnleysar nætur. Neistin er undir øllum umstøðum eitt lið, ið vit kunnu rokna okkum nógv av í endaspælinum.
Venjarin gav vegleiðingar umvegis fartelefon
Danski venjarin hjá H71, Henrik Gerster, var ikki við í dystinum sunnudagin. Hann fekk reyða kortið í hálvfinaluni móti Kyndli mikukvøldið, og tískil noyddist hann at sita uttan fyri sunnudagin. Tá ið ein er leikbannaður, eins og Henrik Gerster var tað, er heldur ikki loyvt at sita á bonkinum. Tískil sat Henrik Gerster sunnudagin á einum stóli einar tríggjar metrar frá eykabonkinum hjá H71, men hann hevði heldur ikki loyvi til at samskifta við eykabonkin. Tað eydnaðist tó Henrik Gerster at samskifta við hjálparvenjaran Hall Danielsen á eykabonkinum. Viðhvørt sást stóri danin fara í lumman eftir fartelefonuni, og hvørja ferð gingu bert fá sekund, so fór Hallur, ið stóð einans tríggjar metrar frá dananum, eitt sindur til viks og tók fartelefonina fram. Løgið nokk koyrdu báðir tveir fartelefonuna í lumman samstundis hvørja einastu ferð!
Dysturin í tølum
Neistin-H71: 33-28 (17-17)
Málskjúttar
Neistin: Heini Hanusarson 11(4), Dragisa Stojovic 10, Blagoje Buha 8(2), Ragnar Stakksund 2, Dan Torleifsson 1, Ári Rouch 1
H71: Halgir Dahl-Olesen 11(3), Johnny Durhuus 7(2), Heini Bentsen 4, Niels V. Niclasen 3, Kristian E. Zachariasen 3(2)
Brotskøst: Neistin 7(6) H71 10(7)
Útvísingar: Neistin 6, H71 7
Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen ? ongar trupulleikar av einum dysti, har menn ongantíð gjørdust ov heitir um skallan. Kanska slapp ein av útlendingunum hjá Neistanum heldur bíliga eftir at hava gjørt seg inn á Jákup á Borg