Hondbóltur-kvinnur
Tað var við stórum spenningi, at áskoðararnir høvdu leitað sær niðan á Háls sunnudagin, har bestu kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum skuldu takast. Bæði liðini hava verið fyri stórum broytingum í mun til seinasta vetur. Hjá Neistanum vóru mest sum allir bakspælararnir skiftar út, og hjá Kyndli er málið nú at rætta skútuna uppaftur, eftir at tær nærum kollsigldu fullkomuliga seinasta vetur.
Verjan á muni
Fyrstu løtuna tóktist nervin í uppgerðini eisini at forða fyri, at nakar partur fekk veruligt glið á spælið. Partarnir líka sum vigaðu hvønn annan á vágskálini, men tá so glið endiliga kom á, var tað fyrst og fremst hjá Neistanum.
Kyndil hevur í ár eina rættiliga vælvaksna verju, og hetta skuldi helst eisini borgað fyri eini sterkari verju, men tað var so als ikki talan um hesa løtuna. Snøgt sagt, so snorksvav verjan ferð eftir ferð, og sestakliga dugdi Súna Mørk væl at gera sær dælt av hesum, tá hon einar fýra ferðirnar rann beinte ígjøgnum, fyri síðani at fáa bóltin frá strikuni.
Hevði talan verið um dyst fyri einum ári síðani, so var lítið at ivast í, at Kyndil var fallið fullkomuliga í fátt eftir fyrsta hálva tíman, men nú er eitt nýtt ár, og hugburðurin hjá Kyndli tóktist eisini vera fullkomuliga broyttur.
Dýr útvísing
Frá byrjan av seinna hálvleiki fóru tær undir at toga seg nærri Neistanum. Súna og Simona vórðu mansvardar, soleiðis at teirra leiklutur ikki skuldi gerast eins stórur, og í álopspartinum fór Lotte Sørensen at prógva, at hon framvegis skal teljast millum tær allarbestu.
At trýstið nú veruliga merktist hjá Neistanum kom eisini til sjóndar, tá fyrst Súna og síðani Simona brendu brotskøst, og so við og við tóktist dysturin at skula koppa til Kyndil. Upp á 15 minuttir broyttist støðan frá 19-13 til 21-20, og tó at Simona mest sum einsamøll royndi at muta ímóti, so tóktist hetta at skula gerast ov lítið.
Kanska gjørdist spenningurin ov stórur hjá Kyndli, ella kanska var tað bara møðin, sum var farin at gera seg galdandi, men í øllum førum var tað ein ikki serliga væl umhugsað avgerð, tá Ann Mari bert tríggjar minuttir fyri leiklok fekk tveir fingrar, tá hon hekk í Simonu.
Sjey ímóti seks megnaðu tær bláu hesa løtuna at økj amunin upp aftur í trý mál, og so var alt í roynd og veru liðugt hjá Kyndli.
Verður spennandi
Hóast tapið, so skerst ikki burtur, at Kyndil væl og virðiliga kann nýta dystin til nakað positivt. Fyrst og fremst eigur tað at telja rætta vegin, at hugburðurin tykist fullkomuliga broyttur frá í fjør, og tá verjuspælið er fingið í rættlag, eigur hetta at kunna tryggja liðnum fleiri stig. Og so kann tað eisini gerast heilt spennandi, tá ætlaði jugoslaviski leikarin kemur til landlið.
Eisini liðið hjá Neistanum tykist í ár at kunna gerast heilt spennandi. Hóast tær enn ikki hava fingið nakra gleði av Jórun Ludvig og Christinu Holm, so tykist liðið aftur í ár at hava møguleikan at gera seg galdandi í fremstu røð. Ikki minst tykist Simona Dziugyte at kunna gerast sannur fongur hjá liðnum, og so skal ikki gloymast, at við Helenu Dam og Maritu Hermansen hevur liðið tveir av bestu málverjunum í landinum at velja ímillum, og tað kann telja heilt nógv, tá javnir og tættir dystir standa á skránni.
Dysturin í tølum
Neisin-Kyndil 25-21 (16-9)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 9(1), Súna Mørk 7(1), Ata Høgnadóttir 3, Lív Sørensen 2, Mildrið Jacobsen 1, Susan Brockie 1, Kára á Dunga 1
Kyndil: Lotte Sørnesen 13(7), Ann Mari Vang 3, Annika Ljósstein 2, Heidi Maria Akselsen 2, Ann Hansen 1
Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 10
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 4
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum & Carsten Andersen