Neistin er úti

Neistin varð rætt og slett bankað ígjøgnum av einum væl uppløgdum VÍF-liði, og nú er tað ein staðfesting, at FM-stríðið stendur millum VÍF og StÍF

Manshondbóltur

Eftir heldur laku úrtøkuna fyrstu dystirnar í endaspælinum mátti røkka ella støkka hjá Neistnaum, tá teir sunnudagin vitjaðu í Vestmanna. Skuldi liðið framvegis gera sær vónir um eitt pláss heilt uppi á ovastu rók, so mátti dysturin í Vestmanna vinnast. Nakað sum Neistin annars ikki hevur megnað síðani FM-gullið í 2000.

Skotstyrkin hjá Áka
Fyrstu løtuna av dystinum var eisini líkt til, at Neistin kanska kundi hava ein møguleika at gera okkurt við VÍF. Tó at Eli Müller heilt skjótt byrjaði at prógva, at hann eigur at roknast millum allar fremstu málverjarnar í landinum, so var tað Neistin, sum setti kósina fyrstu minuttirnar, men tað helt tó ikki leingi.
VÍF fekk spakuliga verjuna upp á pláss, og tá teir so um miðjan fyrra hálvleik sendu Áka Olsen inn á vøllin, mundi skjótt vera greitt, at nú liðugt hjá Neistanum. Áki hevur verið illa plágaður av skaðum seinnu árini, og ikki minst mundi tað taka fast, at hann trýsti seg sjálvan at spæla landsdystirnar herfyri, og tí hevur leiklutur hansara fyri VÍF verið nakað avmarkaður í endaspælinum.
Sunudagin tó skjótt, at hann staðfesti sítt virði. Kanska er hann ikki kvikasti maður og vøllinum, og kanska heldur ikki tann, sum er lættastur á sær, men tá tað kemur til skotstyrki, er eingin í nær námind av Áka Olsen. Zeljko Jotic hevði annars fram til tá verið væl viðvirkandi til, at Neistin helt fast um leiðsluna, men skotstyrkina hjá Áka fekk hann so einki gjørt við. Eftir tríggjar minuttir á vøllinum hevði Áki steinað bóltin tríggjar ferðir í kassan, og tó at Neistin legði nógv fyri í royndunum at skipa verjuspælið betri, so fingu teir ongan tíð takið.

Trýstið avgerðandi
Eftir hetta var tað nevnliga alla tíðina so, at VÍF hevði mest sum tamarhald á dystinum. Í ein hálvan tíma vaks munurin einki serligt, men hinvegin kom Neistin ongan tíð nærri. Hetta seinasta komst ikki minst av, at vestmenningar alla tíðna løgdu eitt støðugt trýst á neistaverjuna. Denturin varð alla tíðina lagdur á ? eisini tá Neistin hevði skorað - at koma skjótt niðan, soleiðis at verjan ongan tíð fekk nóg góðar stundir at skipa seg, og tað var sjónligt, at hetta als ikki hóvaði Neistanum.
Og tá einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, so hoyknaðu teir bláu eisini undan trýstinum. VÍF skoringarnar gjørdust alsamt títtari, og tað tóktist vera fullkomuliga líka mikið, hvat Neistin royndi at gera. Sjálvt jugoslaviski málverjin gav at enda skarvin yvir, soleiðis at ungi Pauli Holm Petersen kundi fáa sær nakrar royndir í málinum, men fyri tað mesta gingu hesar út upp á at taka bóltin úr meskunum.

Munur kom í
Við sigrinum staðfestu vestmenningarnir fyrst og fremst, at teir so sanniliga ikki ætla sær at lata føroysku hondbóltstrúnuna frá sær uttan víðari. Tað var sum so kanska heldur ikki væntandi, men fyri tað nógva hevur spælið frá teirra síðu verið sera misjavnt í ár.
Tað verður tað kanska eisini komandi umførini, men megna teir bara so dánt at halda fast um spælið frá sunnudegnum, so skal nakað væl meira enn stórspæl til frá hinum liðunum, um tey skulu standa VÍF kurl. Ivaleyst er tað bara StÍF, sum megnar at spæla við, tá ferðin verður lyft somikið høgt, sum hon varð tað hesaferð, og so skal heldur ikki gloymast avrikið í verjupartinum. Ella rættari málverjapartinum. Eli Müller hevur í árinum havt sínar trupulleikar við skaðum, og hevur tí ikki verið í neyðugu venjingarstøðuni, men nú tykist hann aftur nærkast toppinum. Kanska eru tað ikki tær mest ótrúligu bjargingarnar, sum hann finnur fram, men tað eru fáir málverjar, sum lesa spælið eins væl, og tí hevur hann sjáldan tørv á tí spektakulera.
Hjá Neistanum var talan hinvegin um eitt farvæl til FM-stríðið, og sum endaspælið hevur lagað seg, so er spurningurin kanska eisini, hvørt teir bláu yvir høvur megna at vinna bronsumerki. Tað setir so aftur spurningin, hvørt topp-plaseringin í grundspælinum var grundað á egnar dygdir, ella á veikleikar hjá øðrum liðum. Neistin var í øllum førum ikki liðið, sum mest varð tosað um, tá møguligir oddakandidatar skuldu nevnast undan kappingarárinum, og møguliga hevur liðið leikt yvir evni alt grundspælið.
Enn er tó ikki alt mist hjá teimum bláu. Teir halda framvegis fast um bronsuplássið, men nú fer av álvara at sansa at, og við dystum móti ávíkavist StÍF og Kyndli fyri framman, verður í øllum førum torført at halda fast um verandi støðuna.

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 36-25 (16-12)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 15(1), Ólavur Brimnes 6, John Zachariasen 5, Ingi Olsen 5(2), Petur Frank Joensen 4, Áki G. Olsen 1
Neistin: Ragnar Stakksund 6, Áki Mørk 5(3), Helgi Michelsen 5(2), Dann Thorleifsson 3, Kári Mortensen 2, Ræni Slættanes 2, Birgir KAss 1, Morgan Knezevic 1
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 7
Útvísingar: VÍF 6, Neistin 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Løgdu alt fyri eitt eina harða linju, og hóast smávegis mistøk altíð kunnu finnast, so var tað positivt at síggja, hvussu togan og kjaftaslit varð revsað uttan stórvegis roks.