Hondbóltur
Tað var lítil ivi um, at vinnarin var tann rætti, tá Neistin og VB tóktust sunnudagin.
Tí hóast Neistin í hálvan tíma als ikki fann tað spælið fram, sum roknast kann av liðnum, so megnaði VB sjáldan at hótta heimaliðið. Serstakliga vóru mangalrnir í verjupartinum stórir hjá gestunum, og hóast trilvandi Neista-spæl, so var tað bert ein blanding av vánaligum skotum og góðum málmansspæli frá Astu (m.a. bjarjaði hon fýra brotskøstum), sum gjørdi, at munurin í steðginum ikki var størri.
Hinvegin kann VB kanska eisini iðra seg um, at tær ikki vóru kaldari enn tað sama. Tí tá Neistin misbrúkti somikið nógvar møguleikar, so gav tað VB ein fríbillett til veruliga at koma í dystin, men hesari tók Erla Eliasen sær tó av, soleiðis at VB ikki fekk fleiri mál, enn gott var.
Eftir steðgin fekk Neistin tó eitt sindur betri skil á spælið, og so var mest sum liðugt. VB hevur í Daivu Toumaite kanska besta spælaran í landinum, men hon vaðr hildin í sera stuttum tjóðuri av teimum bláu, og hóast níggju mál frá henni, so var hetta ikki nóg mikið at køva mótstøðuna.
Og spurningurin er, hvørt VB í ár megnar at halda seg at heiðursmerkjunum, ella um liðið noyðist at spæla seinnu helvt av kappingini millum tey veikaru liðini. Higar til hava tær ikki sannført um, at teir eiga sjálvskrivað pláss millum tey fýra fremstu, og tað eigur at vera fremsta málið hjá liðnum.
Fakta um dystin
Neistin-VB 28-19( (10-9)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9, Ása á Neystabø 6, Heidi Maria Akselsen 4(2), Annika Thomsen 3, Katja Eigemann 3, Elin Staksund 2, Gannvá Brockie 1
VB: Daiva Toumaite 9, Jóna Thorsteinsson 4(1), Ivana Ljubicic 2, Miriam Michelsen 1, Gunnvá Olsen 1, Theresa Joensen 1, Ruth Lisberg 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 3
Útvísingar: Neistin 1, VB 6
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)