HONDBÓLTUR
Annika Ljósstein hevur júst staðfest sigurin á 31-20 við fáum sekundum eftir at spæla. Hóast dysturin meira ella minni var avgjørdur undan steðginum, verða allir nevarnir á beinkinum hjá Neistanum knýttir og lyftir móti himni. Samanhaldið hevur sigrað.
Neistin heldur framvegis fast í sínum møguleika at spæla seg í finaluna. Bláa høvuðsstaðarfelagið vann í gjár trygt á grannunum úr Kyndli, og varðveitir munin á tvey stig upp til Tjaldur, sum er á øðrum plássi.
Væl betri fyri
Botnproppurin Kyndil hevur spælt uttan sjálvsálit seinastu nógvu vikurnar, og tað sást væl aftur í grannauppgerðini í gjár. Neistin hevði beinanvegin yvirtakið, og dugdi væl at gera sær dælt av mistøkunum hjá Kyndli. Mótálopini skolaðu í løtum móti málverjanum hjá grønu havnarkvinnunum.
Neistakvinnur tóktust serliga at vera væl fyri kropsliga. Sjálvandi stóð tað væl til í hesum partinum av spælinum samanborið við Kyndil, sum ikki legði nógv fyri. Men í løtum rann Neistin grannarnar um koll. Í steðginum var dysturin longu avgjørdur, tí Neistin var á odda 18-11.
Tvær finalur bíða
Neistin var greitt omaná í seinna hálvleiki. Tær øktu um leiðsluna, og tá avtornaði vunnu tær við 11 málum, 31-20.
Sigurin hevur við sær, at neistakvinnur framvegis spæla við um atgongumerkini til annað av finaluplássunum. Komandi uppgávurnar ljóða VB á útivølli og Tjaldur á heimavølli. Kravið er fýra stig av fýra møguligum. Neistin hevur tvær vikur at fyrireika seg til fyrsta dystin, og spurningurin er, hvussu Svein Rógvi Nielsen, venjari, fær sum best burturúr.
Neistakvinnur hava vunnið sjey av seinastu átta dystunum, og tí kann steðgurin í landskappingini koma dátt við. Men samanhaldið, sum kom týðiligt til sjóndar í gjár, kann røkka langt. Hvussu langt, fáa vit at síggja tann 22. mars, tá VB bíðar í høllini í Vági.
Kyndil hevur framvegis einki stig vunnið sær í hesum kappingarárinum. Eitt stórt vónbrot fyri havnarfelagið, nú hugnahondbóltur tykist standa ovast á breddanum. Sjálvandi er eingin movitatión í at tapa hvørt vikuskifti, og tað kunnu kyndilskvinnur staðfesta.
Neistin-Kyndil 31-20 (18-11)
Neistin: Marjun Danberg 4, Unnur Danielsen 4, Annika Ljósstein 4, Stine Mikkelsen 4, Elin Stakksund 4, Heidi Maria Akselsen 3, Rakul Augustinussen 3, Nicoleta Radu Hansen 3, Bryndis Hjartardóttir 1, Tordis Tróndarsson 1
Kyndil: Jacklin Durhuus 10, Linda Johannesen 3, Ása Christiansen 2, Annika Poulsen 2, Jórun Ludvig 1, Súsanna Petersen 1, Randi Wardum 1