Hóast StÍF-liðið var skert, tí Ileana Manulescu ikki var tøk til henda dystin, megnaði heimaliðið at vinna á Neistaum, sum hevði nógv meira at berjast fyri.
Um Neistin vann dystin, høvdu neistakvinnur fingið silvurmerkini, men hesi fara ístaðin til Klaksvíkar. Tað megnaðu tær ikki, og tí mugu tær taka til takkar við bronsuni.
StÍF stýrdi
Tað var heimaliðið, ið stýrdi dystinum frá byrjan til enda. StÍF legði hart út og førdi 8-2, tá fyrsta korterið var farið aftur um bak.
Hóast Neistin minkaði um munin, megnaði liðið ongantíð at taka stinnu strandingarnar aftur.
StÍF hevði óvanliga fáar málskjúttar, tí bara tríggir leikarar skoraðu øll 19 málini hjá heimaliðnum. Hjá Neistanum var tað hinvegin býtt út á fleiri leikarar.
Dysturin í tølum:
StÍF-Neistin 19-16 (12-9)
StÍF: Alina Olaru 9, Poula D. Olsen 7, Sunfríð B. Jacobsen 3
Neistin: Gunnleyg Berg 4, Kartin á Neystabø 3, Mildrid Jacobsen 2, Kára á Dunga 2, Annika Thomsen 2, Birita Wardum 1, Rakul Augustinussen 1, Súna Mørk 1
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 2
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum