Neisitin hevur framvegis fult stigatal, men tað var ikki uttan stríð, at tær vunnu á Stjørnuni í dag. Neistin var omaná við sjey málum í hálvleikinum, men leiðslan minkaði niður í tvey mál, áðrenn Neistin avgjørdi dystin.
Dysturin fekk eina sera óhepna byrjan, tá Annika Ljósstein fekk álvarsligan skaða, og mátti á sjúkrahúsið við sjúkrabilinum. Hetta setti sjálvandi sín dám á dystin, sum bara var seks minuttir gamal tá.
Í løtuni eftir steðgin hevði Neistin trupulleikar við at umseta møguleikar til mál, men sum tíðin gekk, so sást at Neisitin er betra liðið. Stjørnan steðgaði upp í álopsspælinum, og tá klokkan ýldi fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki var støðan 13-6 til Neistan.
Stjørnan kom út til seinna hálvleik sum eitt heilt nýtt lið. Ema Bezanovic gekk á odda, og skjeyt hon ikki málini, so átti hon fríspælingina. Tað eydnaðist tó Neistanum at halda eina 3-4 málsleiðslu tað mesta av hálvleikinum, men tríggjar minuttir fyri tíð minkaði Stjørnan um munin til 24-22, og høvdu bóltin. Tað endaði tó við, at Neistin fór í mótálop og avgjørdi dystin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Stjørnan spælir ein betri seinna hálvleik enn fyrra hálvleiki. Neistin staðfesti oddasessin og er besta liðið í deildini.
Fremsta deild kvinnur:
Neistin Stjørnan 27-22 (13-6)
Neistin: Barbara Brauer 9, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Djurhuus 3, Ása á Neystabø 3, Rakul Augustinussen 2, Marjun Danberg 2, Eir Berg 1, Barbara Johannesen 1, Bára Hansen 1
Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Una Olsen 4, Lovisa Lassen 3, Durita Mikkelsen 2, Eyðvør Klakstein 2, Ella Petersen 1, Bára S. Klakstein 1, Alina Anghel 1
StÍF - VÍF/Tjaldur 21-28