Hondbóltur
Neistin lat ongantíð nakran iva verða um, at teir ætlaðu sær bæði stigini, tá ið teir dystaðust við oddaliðið Kyndil í høllini á Hálsi sunnudagin. Frá fyrsta bríksli settu teir seg á dystin, og longu áðrenn komið var til hálvleiks, var dysturin avgjørdur.
Liðskiparin misti høvdið
Neistin fekk eina góða byrjan upp á dystin. Longu tá ið tíggju minuttir vóru leiktir høvdu neistamenn lagt seg á odda við fimm málum 7-2, og harafturat hevði ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá Kyndli, liðskiparin Hans Áki Dal-Christiansen fingið reyða kortið.
Tað var eitt rættuliga býtt reytt kort, ið Hans Áki ognaði sær. Í eini álopsroynd var hann tikin heldur harðliga av neistaverjuni, men dómararnir lótu ikki við seg koma, og tá ið Neistin skal fara í skjótálop, ger ein liggjandi Hans Áki ikki mætari enn at lyfta beinið framman fyri Karl Oddmari Rasmussen hjá Neistanum, so at hesin fer um koll. Ein óneyðug gerð og ein dyggur smeitur fyri Kyndil, tí dómararnir báðir høvdu einki annað val enn at geva Hans Áka reyða kortið.
Álopsspælið hjá Neistanum var flúgvandi í fyrra hálvleiki. Bakketan við Heina Hanusarsyni, Áka Mørk og Dragisa Stojovic var allatíðina vandamikil, og úti á vinstra vongi var Blagoje Buha sera væl upplagdur. Buha skal ikki hava serliga nógv pláss at leypa inn av vonginum, og tað er ógvuliga sjáldan, at hann ikki skorar upp á royndirnar hjá sær. Nógv ferð var á álopsspælinum hjá Neistanum, og kyndilsverjan hevði stórar trupulleikar av kropssterku neistaleikarunum. Tað sigur eisini nógv um gongdina, at tvær ferðir í fyrra hálvleiki, eydnaðist tað Neistanum at skora, hóast teir høvdu ein mann minni!
Í hinum endanum hevði Kyndil ilt við at fáa gongd á álopsspælið hjá sær. Dysturin sunnudagin var enn eitt dømi um, hvussu illa tað koyrir hjá Kyndli, tá ið Jacob Jónsson verður mansvardur, sum hann var allan dystin sunnudagin. Tá ið so Hans Áki Dal-Christiansen, ið er toppskjútti hjá Kyndli, eisini er úti av myndini, er álopið hjá teimum grønu munandi skert. Harafturat økti tað ikki um møguleikarnar hjá Kyndli, at Joto í neistmálinum spældi ein sera góðan dyst, og fleiri ferðir bjargaði hann frá púra leysum kyndlaleikarum. Serliga vóru tað vengurnir hjá Kyndli, ið vóru syndararnir, tí ikki færri enn sjey ferðir fyri steðgin misbrúkti Kyndil úti í borðunum.
Alt hetta gjørdi, at tá ið teir fyrstu 30 minuttirnir vóru leiktir, var dysturin at kalla avgjørdur, tí tá høvdu neistamenn ognað sær eina ótrúliga ellivumáls leiðslu, 21-10, og sjálvt tey trúgvastu viðhaldsfólkini hjá Kyndli høvdu hug at rýma.
Nakað av spenningi kom í
Kyndil satsaði frá byrjan av seinna hálvleiki. Bæði Heini og Dragisa hjá Neistanum blivu mansvardir, og hetta gjørdi at álopsspælið hjá Neistanum bleiv ógvuliga óskipað og tilvildarligt. Teir gjørdu nógv mistøk, og tá ið teir grønu samstundis fingu skil á álopsspælið hjá sær undir leiðslu av veteraninum Jónleif Sólsker, minkaði munurin støðugt.
Neistamenninir blivu sjónligani stressaðir, og hetta viðførdi millum annað at teir tilognaðu sær fleiri útvísingar. Tá ið teir so samstundis sendu menn inn aftur á vøllin, áðrenn teir báðir minuttirnir vóru farnir, gjørdist støðan ikki betur. Spakuliga nærkaðist Kyndil, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, var munurin bara fýra mál. Serliga var tað Josef Abrahamsen, ið yvirtók vinstra vong hjá Kyndli í seinna hálvleiki, sum smekkaði bóltarnar í kassan.
Samstundis sum Kyndil nærkaðist hóttu reyð kort Neistan, tí bæði Heini Hanusarson, Dragisa Stojovic og Karl Oddmar Rasmussen høvdu fingið tvær útvísingar í part, so fingu teir eina afturat, fingu teir eisini reyða kortið. Men Kyndil megnaði ikki at seta trumf á, og tá ið Heini Hanusarson úr einum ógvuliga spískum vinkli langaði bóltin í kassan umvegis Jóhan Danielsen og legði Neistan á odda 28-23 tíggju minuttir fyri leiklok, var tað sum fór gassið av ballónuni hjá teimum grønu. Ístaðin sprellaði Neistin seinastu løtuna, og tá ið avtornaði høvdu neistamenn vunnið við tíggju málum 34-24, og av álvara fingið spenning aftur í landskappingina.
Stórur munur á kropsstyrki
Ein av sjónligastu mununum á liðunum báðum sunnudagin var kropsstyrkin. Neistin hevur í Karl Oddmari Rasmussen, Heina Hanusarsyni, Dragisa Stojovic og Áka Mørk nakrar vælvaksnar og kropssterkar mans, og tá ið Kyndil tíðliga í dystinum misti Hans Áka Dal-Christiansen, mistu teir samstundis ein av sínum heilt fáu leikarum, ið likamliga stendur neistamonnunum mát. Serliga í fyrra hálvleiki var miðverjan hjá Neistanum sum ein múrur, har ikki bar til hjá teimum grønu at bróta seg ígjøgnum.
Somuleiðis hevur Neistin fleiri møguleikar í álopinum við skotsterku Heina Hanusarson, Áka Mørk og Dragisa Stojovic. Kyndil hinvegin dúvar meiri upp á at spæla seg ígjøgnum heldur enn at royna seg við langskotum.
Eitt er so heilt vist. Við tí spæli Neistin vísti í fyrra hálvleiki sunnudagin, er tað ilt at síggja nakað lið í Føroyum, ið kann gera nakað við teir. Kyndil er tó framvegis oddalið, men tað tykist sum um tað hvílir ov nógv á einstøkum spælarum hjá teimum grønu úr Havn.
Myndatxt
Kyndil-Neistin 24-34 (10-21)
Kyndil: Josef Abrahamsen 7(2), Ken Zachariasen 4(3), Janus Einar Sørensen 4, Jacob Jónsson 3, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Jónleif Sólsker 1, Finnur Hansson 1
Neistin: Blagoje Buha 9(1), Dragisa Stojovic 6, Heini Hanusarson 6, Áki Mørk 5, Karl O. Rasmussen 2, Helgi Justinussen 2, Dann Thorleifsson 2, Ragnar Stakksund 1, Ári Rouch 1
Brotskøst: Kyndil 8(5), Neistin 1(1)
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 8
Dómarar: Trygvi Mortensen og Kári Hansen ? komu væl frá einari trupulari uppgávu, har teir vístu, hvat teir loyvdu, og hvat teir ikki loyvdu. Millum annað fingu báðir venjararnir ávaring fyri at brúka seg í fyrra hálvleiki, og so var friður av teimum.