Neistin spílar seg út

Fýra nýggir spælarar – tríggir útlendingar og ein føroyingur – eru við á venjingarleguni í Íslandi

Menninir hjá Neistanum hava fingið fýra nýggjar spælarar. Tríggjar bakspælarar og ein málmann. Tað skrivar Neistin á facebooksíðuni hjá felagnum.

 

Felagið skrivar soleiðis:

 

Málmaðurin er, Vladan Abramovic. Hann er 28 ára gamal og úr Cetinje í Montenegro og lesur økonomi. Vladan hevur m.a. spælt við HC Cepelin og HC Lovcen í Montenegro. Eisini hevur hann spælt í Ísrael við Maccabi Rishon Lezion. Hann kom til Føroya at venja við Neistanum fyrst í august.

 

Ein av bakspælarunum er Rani A. Højgaard. Rani er 22 ára gamal og uppvaksin í Hoyvík, har hann hevur spælt hondbólt øll síni ungdómsár. Rani hevur spælt við StÍF í eitt ár, frá 2018-2019 og síðan við KÍF tvey tey seinastu árini, frá 2019-2021.

 

Ágúst Ingi Óskarsson er ein annar av bakspælarunum. Ágúst er 20 ára gamal og úr Kópavogi í Íslandi og lærir til rørleggjara. Ágúst hevur verið sáttmála leikari í HK Kópavogi seinasta kappingarár og kom til Føroyar fyrst í august at venja við Neistanum.

 

Triði bakspælarin er Felix Már Kjartansson, sum er føddur í 2003. Felix er eisini úr Kópavogi og hevur sína røtur í hondbóltsfelagnum HK Kópavogi. Felix kom til Føroyar í juli og byrjaði at venja við Neistanum fyrst í august og er eisini byrjaður at arbeiða.

 

Neistin ynskir nýggju leikarunum hjartaliga vælkomnum í felagið og gleðir seg til eitt samstarv við stórum upplivingum á vøllinum.

 

Í skrivandi løtu eru Neistakvinnur og Neistamenn á venjingarlegu í Íslandi og sýnast teir nýggju leikararnir at verða komnir sera væl

 

inn í felagsskapin bæði hjá kvinnum og monnum. Á skrá í Íslandi eru bæði venjingar og venjingardystir. Hópurin kemur aftur mán. 6. Sep.

 

Spennandi verður at byrja uppá kappingina og stuttligt at fara í høllina aftur.

 

Neistin ynskir øllum eitt gott kappingarár.

 

Síðsta kappingarár endaði Neistin á triðja plássi í kappingini hjá monnunum.