Iran lopið á amerikanska støð í Kuwait

- Álopið varð vent móti satelittútgerð og lóðurgoymslum á oynni, Bubiyan í Kuwait, sigur iranski herleiðarin og talsmaðurin, Ebrahim Zolfaghari

Ebrahim Zolfaghari er iranskur herleiðari og talsmaður

Í dag hevur Iran lopið á amerikanskar herdeildir á Bubiyan-oynni í Kuwait, og lopið varð á við dronum.

 

Tað siga hernaðarmyndugleikarnir í Iran.

 

Ein iranskur herleiðari, sum eisini er talsmaður, Ebrahim Zolfaghari, sigur, at álopið var vent móti satelittútgerð og lóðurgoymslum á oynni.

 

Iran heldur uppá, at goymslur, sum USA hevur havt á herstøðini, Arifjan í Kuwait, vóru fluttar til oynna eftir fleiri iransk álop á Arifjan.

 

Sambært heilsumyndugleikunum í Kuwait eru seks sivilfólk løstað, tá leivdir av niðurskotnum dronum raktu eitt íbúðarøki í Kuwait.

 

Norska kringvarpið - NRK - er millum miðlarnar, sum í morgun bera hesi tíðindi úr Kuwait.

 

 

 

Ebrahim Zolfaghari er iranskur herleiðari og talsmaður