Fregnartænastuleiðari í Iran er dripin

Tað eru almennar tíðindatænastur í Iran, ið eru keldur til tíðindini, sum Reuters ber í morgun

 

Í morgun veit Reuters at siga, at fregnartænastuleiðarin hjá iransku kollveltingarhirðuni er dripin.

 

Kelda til tíðindini hjá Reuters eru almennar tíðindatænastur í Iran.

 

Maðurin, sum talan er um, er Majid Khademi, og tað er maðurin, sum er á myndini omanfyri.

 

Einki verður sagt um, nær ella hvussu fregnartænastuleiðarin hjá kollveltingarhirðuni er dripin.

 

Dagført:

 

Seinni í morgun hevur iranska kollveltingarhirðin sagt á Telegram, at Majid Khademi er dripin í amerikanskum og ísraelskum álopum.

 

Ísraelski herurin (IDF) hevur eisini váttað álopið á iranska fregnartænastuleiðaran.

 

Undanmaðurin hjá Majid Khademi, sum kallaðist Mohammad Kazemi, varð dripin í einum ísraelskum álopi á sumri í fjør.