Fíggindar okkara skulu gjalda høgan prís

Vit standa saman ímóti hóttanum. Øll, sum skaða Ísrael, mugu gjalda ein høgan prís, sigur Netanyahu eftir drápið.

Stuðlar hjá islamistisku Hamas-rørsluni mótmæla í eini av palestinsku flóttafólkalegunum í Libanon, eftir at leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh, varð dripin í einum álopi í nátt. Hildið verður, at Ísrael stendur aftanfyri, men hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til deyða hansara. - Mynd: Mohammed Zaatari/Ritzau Scanpix

Ísrael hevur givið fíggindum sínum "knúsandi sløg", segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld.

- Vit standa saman ímóti einhvørjari hóttan. Øll, sum skaða Ísrael, fara at gjalda ein høgan prís, sigur hann í sjónvarpsrøðu.

Seinasta samdøgrið hevur herurin í Ísrael framt eitt deyðiligt álop á ein framstandandi yvirmann hjá Hizbollah í Libanon.

Tað verður eisini hildið at vera eitt ísraelskt neyvleikaálop, sum hevur dripið fremsta politiska leiðaran í palestinsku Hamas-rørsluni, Ismail Haniyeh.

Kamarið, har hann svav í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, varð rakt av eini rakett um tvey tíðina lokala tíð mikukvøldið.

Í stuttu røðuni í kvøld nevndi Netanyahu ikki deyðiliga álopið á leiðaran í Hamas. Enn hevur eingin alment tikið ábyrgdina av álopinum.

Hamas hevur váttað, at Haniyeh er dripin.

Í kvøld váttaði Hizbollah í Libanon eisini, at tann, sum hevur ábyrgdina av virkseminum hjá bólkinum í Suðurlibanon, Fuad Shukr, er dripin.

Frammanundan høvdu fleiri keldur sagt, at líkið av honum varð funnið í leivdunum av einum bygningi í einum forstaði í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, sum varð raktur í einum ísraelskum álopi týskvøldið.

Í kvøld hittist Trygdarráðið hjá ST til bráðfeingis fund. Tað hava millum annað Iran, Kina og Russland kallað.

/ritzau/