Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix

Netflix hevur keypt HBO Max fyri 530 milliardir

Netflix keypir films- og sjónvarpsstovurnar hjá Warner Bros Discovery og HBO Max fyri umleið 530 milliardir krónur.

Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix

Netflix hevur gjørt avtalu við kappingarneytan Warner Bros. Discovery um at keypa Warner Bros.

Hesum boðar Netflix frá í tíðindaskrivi.

Avtalan hevur eitt samlað virði uppá 82,7 milliardir dollarar, sum svarar til umleið 530 milliardir krónur.

Sambært Netflix fer avtalan at hava við sær, at stroymingsfyritøkan kann bjóða meira og víðka um virksemið.

- Saman kunnu vit geva hyggjarunum meira av tí, teir elska og vera við til at definera søguforteljing fyri næstu øld, sigur Ted Sarandos, ein av tveimum ovastu stjórum hjá Netflix, í fráboðanini.

Áðrenn fráboðanina vóru søgur í fleiri amerikanskum miðlum um, at Netflix var fremst í einum tilboðsstríði við Paramount Skydance og Comcast, sum eftir øllum at døma eisini høvdu áhuga í at keypa Warner Bros.

Warner Bros Discovery eigur eisini fleiri sjónvarpsrásir, eitt nú CNN. Netflix hevur tó bert havt áhuga í at keypa tann partin av felagnum, sum fevnir um films- og seriuframleiðslu.

Warner Bros. Discovery setti seg formliga til sølu í oktober.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix