Nettoskuldin í Vági er væl undir skuldarmarkinum

- Langfreistaða skuldin hjá Vágs kommunu var við árslok 39,9 milliónir krónur, og nettoskuldin hjá kommununi er væl undir skuldarmarkinum

 

Á eyka býráðsfundi í Vágs kommunu í vikuni varð ársroknskapurin fyri 2025 lagdur fram og góðkendur.

 

- Roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar í 2025 vóru 86,7 milliónir krónur, og samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 75,8 milliónir. 

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at inntøkurnar í 2025 eru hækkaðar 4,1 milliónir krónur samanborið við árið frammanundan.

 

- Harumframt eru seks milliónir brúktar til íløgur í árinum, og hetta er minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2025.

 

Íløgunýtsla í 2025 liggur tó á sama støði sum í 2024.

 

- Ársroknskapurin vísir eitt rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit (RLÚ) á 4,9 milliónir krónur, sum er munandi betri, enn mett varð í fíggjætlanini fyri 2025, har roknað varð við einum halli á 3,5 milliónir.

 

Lagt verður aftrat, at ognarjavnin við árslok 2025 var 20,2 milliónir, harav var tøkur peningur 11,6 milliónir samanborið við 4,4 milliónir í 2024. 

 

- Langfreistaða skuldin við árslok var 39,9 milliónir krónur, og nettoskuldin hjá kommununi er væl undir skuldarmarkinum, siga tey í Vágs kommunu.