Suðuroyar Ráðstevna
? Fiskigrunnarnir eru beint við Suðuroynna. Tí kundi eitt gott tænastustøði lokka fremmand skip til Suðuroynna.
Tað heldur Leivur Mohr, vinnuráðgevri í Føroya Banka.
Hann var ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni, sum teir tríggir peningastorvnarnir, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Banki og Føroya Sparikassi skipaði fyri um Suðuroynna seinasta týsdag.
Í fyrilestri sínum brúkti Leivur Mohr nógva tíð uppá at lýsa støðuna sum hon er, men hann nam eisini við teir møguleikar sum eru fyri at skapa menning aftur í Suðuroynni.
Leivur Mohr sigur, at verða fjarleiðirnar tiknar undir einum, hava vit 18 skip í flotanum: Átta nótaskip, sum seldu fyri 480 milliónir í fjør, fimm flakatrolarar, sum seldu fyri 300 milliónir í fjør. Av teimum 12 rækjutrolunum, eru einans fimm eftir og teir seldu fyri 130 milliónir. Sostatt seldu hesi 18 skipini fyri tilsamans 910 milliónir í fjør.
Hann vísti somuleiðis á, at suðuroyingar eiga ongi av hesum 18 fiskiloyvunum, men nú er so gamla Ljósafelli farið at farið at royna í altjóða sjógvi undir navninum "Ran".
Hann segði annars, at tølini vísa, at fiskiskapurin eftir teimum týdningarmiklastu feskfiskasløgunum undir Føroyum hevur verið ógvuliga skiftandi. Í ógvuliga rundum tølum hevur fiskiskapurin eftir toski ligið ímillum 20.000 og 40.000 tons, men í 1993 var hann líka niðri á 6000 tonsum, sum er heilt óvanligt. Men eisini fiskiskapurin eftir øllum hinum fiskasløginunum skiftir nógv, men felags er, at fiskiskapurin var seta vánaligur í 1993 og hann var sera góður í 2001 og 2002.
Verður hugt eftir avreiðingarvirðunum, sæst, at hesi seinastu árini er virðið komið upp í 1,3 milliard og størsta partin av orsøkini til tað, er toskurin.
Nú er avreiðingarvirðið fallið niður aftur á eina milliard, tí at prísurin er so vánaligur og toskurin er minkaður.
Verður hugsað um Suðuroy, eru tað serliga djúpvatnstrolarar, sum suðuroyingar hava. Suðuroyingar hava níggju djúpvatnstrolarar umframt at tveir aðrir mest hava avreitt í Suðuroy.
Djúpvatnstrolararnir fiskað fyri 15 milliónir í part í meðal í 1995, men í fjør fiskaður teir fyri einar 19 milliónir.
Upprunaliga var ætlanin við trolarunum,at teir skuldu fiska kongafisk og tað var eisini størri parturin av veiðini fyri 10 árum síðani. Men sum tað sæst á talvuni, er býtið nú broytt so at teir mugu sigast at hava eina rættiliga fjølbroytta veiði.
Men tað vísur seg eisini, at í fjør avreiddu teir stóran part av veiðini uttanlands. Í fjør fiskaðu teir góð 4000 tons av toski og teir avreiddu helvtina uttanlands. Í fjør fiskaðu teir góð 6000 tons av upsa og teir avreiddu 4000 uttanlands. Í fjør fiskaðu teir eisini sløk 4000 tons av kongafiski og av tí vórðu yvir 1000 tons avreidd uttanlands. Av øðrum fiskasløgum fingu teir góð 4000 tons og har varð nógv tað mesta avreidd uttanlands.
Sum tað sæst á einari talvu, gongur tað illa hjá flakavirkjunum. Leivur Mohr sigur, at orsøkin til tað er, at kappingarførið hjá virkjunum er viknað, serliga tí at lønirnar og kostnaðarstøðið sum heild er hækkað, serliga síðani 2001.
Hinvegin er marknaðurin fyri frystar vørur eisini sera vánaligur og so kemur tað afturat, at tað fer so nógvur óvirkaður fiskur av landinum og tí fáa tey ikki fatur á fiskinum.
Hann vísir á, at fyri 10 árum betalti eitt flakavirkið útvið tvær krónur í lønum fyri kilo av ráfiski, men er tað farið uppum tríggjar krónur fyri kilo.
Útlitini
Hvat upsanum er væl allastaðni í Norðuratlantshavi og útboðið av honum er eisini stórt. Hinvegin er lági dollarin við til at trýstaprísin niður og nú er eisini Unilever farið at seta krøv til burðardyggan fiskiskap.
Leivur Mohr sigur, at skal tað bera til, mugu portiónir og blokkur virkast á stórvirkjum við góðari útgerð.
Samstundis eru keypararnir fáir og teir stýra marknaðinum nokk so nógv.
Tí eru stórar søluavtalur og rávørutrygd ein fortreyt fyri at virka upsa.
Hinvegin hava flakavirkini sum er, ikki ráð at betala meiri enn 3,25 fyri kilo av upsa fyri at fáa tað at mala runt, men skipini skulu hava fýra krónur fyri kilo fyri at tað at bera til.
Verður tosað um saltfisk, er føroyski toskurin góður at salta og hann hevur ein serstakan prís í Suðurevropa.
Hinvegin er ikki nógvur toskur at fáa og útlitini eru ikki tey bestu.
Av tí ísaða fiskinum er ein góður triðingur fluttur óvirkaður av landinum. Tó er stórur áhugi fyri feskum fløkum á marknaðinum í Evropa.
Góður flutningur er ein fortreyt
Spurningurin er so at leggja so til rættis at fáa hann virkaðan í Føroyum.
Leivur Mohr metti, at ein fortreyt eru góðir flutningsmøguleikar við fráferð minst tvær ferðir um vikuna við óbrotnari køliketu.
Hann sigur, at taka vit fiskavirkini í Suðuroy, liggja fimm av teimum átta virkjunum still í løtuni.
Virkið í Hvalba tók ímóti 3000 tonsum í fjør, men tað liggur stilt nú. Palm í Vági tók einans ímóti 500 tonsum og tað liggur eisini stilt. Fiskavirking á Tvøroyri tók ímóti 5000 tonsum í fjør og Delta tók ímóti 3000 tonsum. Harafturat tók Jógvan Absalonsen ímóti 300 tonsum í fjør.
Harafturat liggja bæði Føroya Fiskavirking í Vági, Sancy og Roykivirkið í Porkeri, still í løtuni.
Flestu virkini í Suðuroy eru bygd í sjeyti og áttati og vórðu bygd sum vanlig flakavirki ið kundu arbeiða ymisk fiskasløg. Tó vórðu virkini á Tvøroyri og í Hvalba bygd til at virka kongafisk frá djúpvatnstrolarunum og virkið í Vági varð bygt til at arbeiða upsa frá partrolarum.
? Virkini dúvaðu uppá rávøru frá bátum í Suðuroy og virkini og skipini hoyrdu saman.
Men í nítiárunum fóru virkini á húsagang og skip og virki fóru hvør til sítt. Í Vági kom Fiskavirking ikki ígongd aftur og harafturat eru fleiri loyvi seld úr Vági.
Ì dag verða skipini rikin sum ein eind, har tað bara verður hugt eftir, hvat loysir seg best her og nú, men tað er eisini neyðugt fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Neyðugt við fjøltáttaðum virkjum
Leivur Mohr sigur eisini, at skulu virkini kunna taka ímóti fiski frá djúpvatnstrolarunum, sum tað er mest av í Suðuroy, skulu tey verða rættiliga fjøltáttað. Samstundis ger óvissan um rávøruna, at virkini tola ikki nógvar fastar útreiðslur.
Hann sigur, at skal talan vera um stórvirki við nógvri tøkni, krevja tey javna rávørutilgongd t.d. av upsa ella frystari rávøru.
Og so spyr hann eisini um tað er gjørligt hjá skipum og virkjum at finna eitt felags stev, sum hevði verið ein fyrimunur hjá øllum báðum pørtum og vinnuligu menningini í Suðuroy sum heild.
Leivur Mohr vísur eisini á, at aðrastaðni í Føroyum keypa tey smærru virkini frá uppboðssøluni, men tey størri virkini keypa beinleiðis frá skipunum.Eitt nú keypir Kósavirkið frá lokalu línuskipunum og tað sama ger seg galdandi í Vágum, Runavík og í Sandoy.
Men hann vísir eisini á, at hesir partrolarar eru ímillum teir bestu í landinum, so tað ber til at avreiða í Føroyum og fáa góðan prís.
Hann sigur, at skal vánaliga gongdin í flakavinnuni venda, mugu virkini fáa atgongd til rávøru. Somuleiðis má kostnaðarstøðið og lønarlagið ikki hækka, tí kappingin frá láglønarlondum er stór.
Hinvegin mugu virkini eisini hava røttu tøknina eins og dollari og marknaður mugu rætta seg aftur. Flutningskervið má verða nóg gott og vit mugu eisini lúka krøvini frá keyparum um burðardyggan fiskiskap.
Samstundis mugu vit hava ein blanding av virkjum, bæði virkjum, sum kunnu fáa fyrimunir av stórrakstri, men eisini virki, sum skjótt kunnu broytast til skiftandi rávørutilgongd.
Møguliga er tað eisini neyðugt, at landið letur stuðul til íløgur og ígongdseting. Samstundis verður tað neyðugt at við vørumenning og at fáa nyttu burturúr hjáframleiðslunum, segði Leivur Mohr.
Neyðugt við samstarvi
Í Suðuroynni heldur hann, at tað er neyðugt við størri samstarvi ímillum skip og virki og at suðuroyingar sum heild samstarva um at fáa vinnuna á føtur aftur.
Hann hevur skilt, at í fiskapakkanum hjá landsstýrinum fáa skipini eina ávísa landingarskyldu, men tað er eisini neyðugt at bøta um flutningsmøguleikarnar.
Hann vísir eisini á, at fiskigrunnarnir eru beint við Suðuroynna og tí kundi eitt gott tænastustøðið lokka fremmand skip til Suðuroynna.
Harafturat er tørvur á váðafúsum pengum og tað skal vera áhugavert at gera íløgur í Suðuroynni, eitt nú við at bøta um flutningin og tænasturnar. Men tað kann eisini verða umhugsað at gera serlig skattaviðurskifti fyri Suðuroynna, heldur Leivur Mohr.