? Eg ivist ikki í, at tað væl ber til at rationalisera føroyska sjúkrahúsverkið. Tað er satt, at talan er um dupultfunktiónir á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta er eisini galdandi, tá talan er um skurðlæknavaktirnar. Og eftir mínum tykki er ikki neyðugt at hava skurðlæknavaktir á øllum trimum sjúkrahúsunum í senn. Heldur er neyðugt at hava eina góða, sentrala tilbúgvingarskipan, so til ber at flyta sjúklingar á landssjúkrahúsið sum skjótast, líkamikið hvar teir eru staddir í landinum.
Hetta sigur Eiliesar Olsen, skurðlækni. Hann vísir á, at um hugt verður efir heilsuverkunum í øðrum londum, er ikki fólkatalsgrundarlag fyri at hava sjúkrahús í Føroyum yvirhøvur. Sjálvsagt er tó neyðugt at hava sjúkrahús, men sambært Eliesari Olsen er ikki neyðugt við trimum sjúkrahúsum í Føroyum í 1999, nú infrastruktururin er væl útbygdur.
? Fyrr var torført at ferðast í Føroyum, og tískil enn torførari at flyta sjúklingar á sjúkrahús. Tí var neyðugt við sjúkrahúsum noðuri í Klaskvík og suðuri á Tvøroyri afturat sjúkrahúsinum í Havn. Nú er støðan ørvísi, og tí er ikki longur neyðugt at tvíhalda uppá hetta gamla sjúkrahúsmodellið.
Ikki niðurleggjast
Eliesar Olsen leggur stóran dent á, at hesar hugasnir hansara um rationalisering ikki merkja, at tey bæði smærru sjúkrahúsini skulu niðurleggjast. Tvørturímóti heldur hann, at sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri kunnu nýtast til at taka ein stóran part av sjúklingatrýstinum frá landssjúkrahúsinum, og sostatt betra um tænastuna fyri hvønn einstakan sjúkling.
Hugsanirnar hjá Eiliesari Olsen eru nevniliga, at ymiskar serviðgerðir kunnu flytast av landssjúkrahúsinum út til ávíkavist Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Sostatt kann landssjúkrahúsið, um nóg væl verður samskipað, virka sum akuttsjúkrahús, har allir sjúklingar, ið krevja bráfeingishjálp koma.
? Eg veit væl, at tað ofta er illveður í Føroyum, og onkur vil helst siga, at hetta forðar fyri, at sjúklingar við álvarsomun meini ella við akuttari medisinskari sjúku kunnu verða fluttir á landssjúkrahúsið, men um hugt verður statistiskt at hesum, er møguleikin fyri, at slíkt hendir ógvuliga lítil.
Eliesar Olsen vísir á, at kommunulæknarnir kring landið eru væl skikkaðir til at taka ímóti sjúklingum og senda teir víðari á landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Nýtist ikki vera landssjúkrahúsið
? Nú havi eg nevnt sum dømi, at landssjúkrahúsið skal taka ímóti øllum bráfeingissjúklingum. Men møguleiki er eisini fyri at gera tað øvugta. Tað ber nevniliga væl til at gera vaktarskipanina soleiðis, at viðhvørt er hon í Havn, viðhvørt í Klaksvík og viðhvørt í Suðuroynni. Eisini ber til at flúgva læknar ímillum sjúkrahúsini í staðin fyri sjúklingar.
Eliesar Olsen endar við at vísa á, at neyðugt er at broyta hugburð og gloyma gamlar fordómar, tá tosað verður um at rationalisera føroyska sjúkrahúsverkið og samstundis fáa tað meira effektivt. Fyri at vísa á, at talan er um fordómar, tá sagt verður, at neyðugt er at hava skurðlæknavaktir á øllum trimum sjúkrahúsunum samstundis, vísir hann á, at tað eru sjúkurnar, ið krevja medisinskar læknar, ið eru tær mest akuttu, og sum sostatt krevja viðgerð alt fyri eitt. Her meinar hann við hjartasjúkur, lungnasjúkur, blóðtøppar og annað líknandi. Og innan hetta økið er nevniliga eingin lækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Har eru bert skurðlæknar, og hóast hetta ber væl til at bjarga suðuroyingum við akuttum medisinskum sjúkum. Hesir sjúklingar fáa nevniliga fyrstu hjálpina frá læknunum á staðnum og verða síðani sendir á landssjúkrahúsið.
Eliesar Olsen leggur tó dent á, at ein sentral tilbúgvingarskipan má vera klár, áðrenn tað ber til at fara at rationalisera føroyska sjúkrahúsverkið á slíkan hátt.