Lesihugur
Trímenningarnir Bergur Dam, 11 ár úr Havn, og Sigrið Dalsgarð, 11 ár av Velbastað, eru tvey, sum longu hava tryggjað sær pláss til sýningarnar av Harry Potter.
Filmurin »Harry Potter og vitramannasteinurin« varð frumframsýndur í USA og teimum stóru býunum í Evropa í gjár, men í Danmark, Føroyum og øðrum smærri londum í Evropa verður hann ikki frumframsýndur fyrr enn fríggjadagin 23. november.
Graml hevur verið um, at filmurin fór at hava aldursmark í Føroyum. Í Havnar Bio verður sagt, at aldursmarkið verður antin 7 ella 12 ár, men hetta er ikki fastlagt enn.
Men hvat so við Bergi og Sigrið um filmurin fær 12 ára aldursmark?
? Vit sleppa inn hóast alt, tí mamma kemur við, siga tey bæði við einum smíli.
? Eg giti, at hesin fyrsti filmurin fer at vera tann besti, og tann, sum fer at fáa mest pening, sigur Bergur.
Skrivaðar eru sjey bøkur um Harry Potter. Fýra av teimum eru umsettar til danskt, meðan enn eru bert tvær umsettar til føroyskt. Triðja føroyska umsetingin kemur tann 23. november ? sama dag sum frumframsýningin av filminum.
Bergur og Sigrið hava bæði lisið fýra bøkur um Harry Potter. Sigrið lesur allar bøkurnar á donskum, meðan Bergur lesur tær bæði á føroyskum, donskum og enskum.
Hvør er so
Harry Potter?
? Harry Potter er ein gandakallur, sum er 11 ár í tí fyrstu bókini. Síðani verður hann eitt ár eldri fyri hvørja bók, greiða tey frá.
? Hann fer á ein gandaskúla í 5. flokki. Tað er ein gandaskúli fyri galdraskap. Hann er ikki ein vanligur gandakallur, tí hann hevur gjørt soleiðis, at tann størsti gandakallurin fyri svørtum gandi er fallin.
Men hvat er tað, sum ger, at Harry Potter fær fleiri 1000 børn kring heimin at sita still og stara í eina bók?
? Harry ger tað, sum man ikki sleppur, fortelja trímenningarnir víðari.
? Hann brýtur reglar, og hetta ger, at tú verður spentur sjálvur. Harry er spennandi og ger nógv spennandi ting. Til dømis tosar hann við slangur.
Bergur og Sigrið lýsa Harry Potter sum: fittan, ymiskt dámdan av gandakallum, hevur fólk, sum dámar hann væl. Hann hevur rundar brillur og myrkagrøn eygu. Um man klippur alt hárið av honum, so er tað vaksið útaftur dagin eftir.
Yvir 1700 síður
Spurd um, hvør bókin er tann besta, svara bæði, at tað ber als ikki til at avgera.
? Tær eru allar á hvør sín hátt, siga tey.
? Í tí fyrstu brýtur hann flest reglar, í tí næstu har kennir tú tað sum um, tú ert Harry Potter, í tí triðju fært tú mest at vita um hann, og í tí fjórðu er tað mest um Voldemort.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at fara í holt við eina Harry Potter bók. Tvær tær fyrstu eru meiri enn 300 síður, tann triðja er umleið 400 og fjórða bókin telur nærum 700 síður.
Hetta vil so siga, at tilsamans hava tey lisið yvir 1700 síður um Harry Potter.
? Eg havi bara lisið bøkurnar einaferð, sigur Sigrið.
? Eg fekk ta fyrstu Harry Potter bókina í februar 1999, men eg byrjaði ikki at lesa hana fyrr enn í september sama ár, tí tá hoyrdi eg onnur fortelja, hvussu spennandi tær vóru.
Hinvegin hevur Bergur lisið sínar Harry Potter bøkur fleiri ferðir.
? Fimta Harry Potter bókin kemur ikki fyrr enn í februar mánaða næsta ár, so eg lesi tær umaftur meðan eg bíði.
Bergur og Sigrið gleða seg ógvuliga nógv til filmin, og hava tey tryggjað sær tey bestu plássini, tá filmurin kemur ? aftast, mitt fyri.