Nicolai Jørgensen til Turkalands at spæla

Sambært danska miðlinum, B.T., skiftir Nicolai Jørgensen nú felag. Tað er Kasimpasa, ið endaðu nummar 14 í bestu deildini í Turkalandi í fjør, sum hava verið í samráðingum við 30-ára álopsspælaran.

Sambært danska miðlinum, B.T., skiftir Nicolai Jørgensen nú felag. Tað er Kasimpasa, ið endaðu nummar 14 í bestu deildini í Turkalandi í fjør, sum hava verið í samráðingum við 30-ára álopsspælaran. Jørgensen hevur spælt fyri niðurlendska felagið, Feyenoord, síðan 2016.

 

 

 

Jørgensen, ið var ein av teimum best løntu í Feyenoord, sigst at vinna sær eina lønarhækking í Turkalandi. Sambært niðurlendska miðlinum, Algemeen Dagblad, eru samráðingarnar lidnar, og hevur Jørgensen bundið seg at felagnum komandi trý árini.

 

Umboðsmaðurin hjá álopsspælaranum, Hasan Cetinkaya, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Fyrrverandi FCK stjørnan vil heldur ikki seta orð á støðu sína.