Í HM-undanbólki A verður ein bólkafinala millum Týskland og Slovakia, ið bæði hava 12 stig undan seinasta leikumfarinum.
Týskland vann 2-0 á lítla grannalandinum Luksemborg, og Slovakia vann 1-0 á Norðurírlandi við einum sigursmáli, ið var skotið í yvirtíðini. Slovakiski sigurin køvdi møguleikan hjá Norðurírlandi at røkka øðrum plássinum í bólkinum.
Týskland og Slovakia hava bæði 12 stig. Týskarar hava málmunin pluss sjey, meðan slovakar hava málmunin pluss fýra. Norðurírland hevur seks stig, meðan Luksemborg er aftast við ongum stigi.
Mánakvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis í seinasta umfarinum: Týskland-Slovakia og Norðurírland-Luksemborg.
Luksemborg-Týskland 0-2 (0-0)
0-1 Nick Woltemade ('49 )
0-2 Nick Woltemade ('69 )
Slovakia-Norðurírland 1-0 (0-0)
1-0 Tomas Bobcek ('91)
Niðurlond mangla eitt stig fyri at tryggja sær pláss í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.
Niðurlond knógvaðu í HM-undanbólki G javnleik 1-1 ímóti Póllandi í Varsjava, og heæt harvið munin millum liðini á stigatalvuni.
Í sama bólki var Finnland á heimavølli fyri einum skelkandi 0-1 tapi móti Malta.
Undan seinasta leikumfarinum hava Niðurlond 17 stig, og Pólland hevur 14 stig. Finnland endar á 10 stigum, Malta hevur fimm stig, og Litava er aftast við trimum stigum.
Í seinasta umfarinum verður leikt soleiðis mánakvøldið klokkan 19.45: Niðurlond-Litava og Malta-Pólland.
Finnland-Malta 0-1 (0-0)
0-1 Jake Grech ('82 )
Pólland-Niðurlond 1-1 (1-0)
1-0 Jakub Kaminski ('43 )
1-1 Memphis Depay ('47 )











