Niels Juel gevur út tvey stakløg

Tvinnir vóru møguleikarnir, tá ið Niels Juel Arge fyrinøkrum árum síðani fann fram nakrar gamlar sangskitsur: Tveita tær burtur ella gera okkurt við tær. 

Valið fall á seinna møguleikan, og gevur hann nú út tvey stakløg. 

 

Løgini eru á enskum og eita “Home” og “One of a Kind”. Tey verða givin út á Tutl Records og kunnu longu nú hoyrast her á youtube: Home og One of a Kind.

 

Í vikuskiftissendingini hjá KvF fríggjadagin greiddi Niels Juel frá, at hann hevur fleiri sangir liggjandi. Samrøðan kann hoyrast her: KvF-samrøða og byrjar á 37:00.

 

Hetta er fyrstu ferð, Niels Juel gevur út tónleik, ogljóðmynd hansara er helst litað av uppvøkstrinum í plátusavninum hjá Útvarpinum. Um sama mundið lærdi hann nakrar akkordir á guitaranum, sum er brúktur til at skriva sangirnar við.

 

Fyri upptøkunum og framleiðsluni stóð Uni Debess í Debess-studio og Finnur Hansen-studio. Manningin var hendan:

 

 

##med2##

 

##med3##

##med2##

Orð og løg: Niels Juel Arge 

 

Sangur: Niels Juel Arge

 

Guitar, bass, trummur, slagverk og ljómborð: Uni Debess 

 

Ljómborð, orgul og wurlitzer: Finnur Hansen 

 

Kór: Jens Marni Hansen 

 

Sangvenjari: Lena Anderssen

 

Tekstráðgevi: Graham Stewart 

 

Upptøkur, framleiðsla, tilrættislegging, ljóð- og høvuðsbland: Uni Debess

 

Upptøkuhølir: Debess-studio og Finnur Hansen-studio

 

 

 

Niels Juel hevur í mong ár verið tenorur í Tórshavnar Kamarkóri. Hann hevur vunnið altjóða masters-heiðursmerkir í vektlyfting og í havsvimjing saman við øðrum m.a svomið Sigmundar-túrin; Stóra Dímun/Sandvík og út á Flesjarnar/Munkin/Sumbiarstein.