Niels Juul Petersen givin í Thule

Sosialurin hevur fingið eina heilsan úr Grønlandi frá Niels Juul Petersen - nevndur Lilleba - av Tvøroyri, sum nú er givin á Thulebasanum.

Foreldrini vóru, Niels og Isma Petersen. Tey vóru 15 systkin. Fyrstu ferð Niels Juul var til fiskiskap var við Marite undir Grønlandi í 1950, hann var tá bert 13 ára gamal og fylti 14 umborð.
Hann hevur fiskað undir Grønlandi, men tey seinastu 25 árini hevur hann arbeitt á landi í Grønlandi. Fyrst í Streymfjørdinun, á basanun har, og síðan 1983 hevur hann verið á Thulebasanun, hvar hann alla tíðina hevur arbeitt í Dining Hall (køkinum).
Í juli í ár fylti hann 67 ár, og fall tí fyri aldursmarkinum.
Niels Juul eigur tveir dreingir og tvær gentur. Hann er giftur við Jenny, sum er úr Esbjerg, har tey hava búð, men síðan 1976 hava tey búð í Norje í Svøriki, og har fer hann at njóta sítt "otium".