- Síðsta skúlaár var tað seinasta hjá fleiri av bestu tónleikarunum á skúlanum á Trøðni, og tí avgjørdu vit at fara í upptøkuhølið, sigur Niels Midjord.
Endamálið við at fara í studio var at hava okkurt ítøkiligt eftir næmingarnar, áðrenn tey fóru hvør sín veg. Tað byrjaði við trimum løgum, men nú fløgan ”Um veturnætur” er komin út, eru løtini 10 í tali.
- Kanska kann hetta lata upp onkrar dyr fyri hesum næmingum eftir lokna skúlagongd. Tí tað er eingin loyna, at tað eru ikki eins nógvar dyr opnar fyri okkara næmingum, sum fyri skúlaungdómum flest, sigur Niels Midjord, sum undirvísir á Skúlanum á Trøðni.
Tey hava tí gjørt av, at eitt møguligt yvirskot av útgávuni skal brúkast til tiltøk fyri næmingarnar á Skúlanum á Trøðni og ungfólk á sama menningarstøði eftir lokna skúlagongd.
Niels Midjord vitjaði á Rás2 saman við einum av tónleikarunum á fløguni, Paula Johannesen. Hoyr samrøðuna við teir báðar við at trýsta á pílin undir myndini.