Niels Pauli Danielsen verður í 2022 at síggja í EB/Streyma troyggjuni. Hann hevur seinastu vikurnar vant við Margáir, og hann var á liðnum sum í gjárkvøldið tapti venjingardyst ímóti B36 2-0. Enn er sáttmáli ikki undirskrivaður millum EB/Streym og Niels Paula, men sáttmálin verður undirskrivaður í hesi vikuni.
33 ára gamli Niels Pauli Danielsen hevur royndir bæði sum miðvallari og vongverji. Í gjárkvøldið royndi hann seg bæði sum vongverji í vinstru og miðvallari.
Niels Pauli Danilelsen er ikki ókendur við Margáir. Hann spældi við EB/Streymi í 2008 og aftur øll árini 2011 – 2015. Seinastu fýra árini hevur hann spælt á Skála, har hann í fjør var lyklaspælari, tá ið liðið vann uppflyting í bestu deildina.
Sambært faroesoccer.com so hevur Niels Pauli Danielsen spælt fleiri dystir í fremstu røð enn nakar av hinum spælarunum, sum nú umboða EB/Streym. Hann hevur spælt 234 dystir og skorað 27 mál í bestu deildini.
Fyrsti landskappingardysturin hjá EB/Streymi verður sunnudagin 6. mars, tá ið EB/Streymur við Margáir fær vitjan av NSÍ.