Sambært einum yvirmanni frá iransku kollveltingarverjuni verður Hormuzsundið stongt fyri skipaferðslu í dag.
Tað upplýsa iranskir miðlar sambært Reuters.
Sambært yvirmanninum fer Iran at seta eld á øll skip, sum royna at fara framvið.
Hormuzsundið er umleið 180 kilometrar langt og liggur millum Oman og Iran. Tað bindur Persaflógvan við Omanflógvanum til Arabiska Havið.
Sundið verður lýst sum ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum og ein orkumiðdepil.
/Ritzau/










