Hospitalsskipið Mercy er ikki á veg til Grønland

Í løtuni er "USNS Mercy" í Panamakanalini

Tað var næstsíðsta sunnudag, at Donald Trump boðaði frá, at hann hevði sent hospitalsskipið Mercy Grønlands. Sendimaður Trumps í Grønlandi, Jeff Landry, segði við við grønlendska miðilin KNR, at ein fráboðan verður send "skjótt" frá antin Hvítu Húsunum ella verjumálaráðharranum Pete Hegseth um ferðina hjá skipinum til Grønlands.

– Grønlendska fólkið kann vænta, at eg fari at vera sera ágangandi við at tryggja, at vit veita heilsurøkt til fjarskotin øki í Grønlandi, sigur Jeff Landry.

Sendiharrin heldur, at sjúkrahússkipið, sum USA fer at senda til Grønlands, fer at geva grønlendingum betri atgongd til "framkomna diagnostikk, skurðviðgerð og fyribyrgjandi viðgerð".

Og tað ger amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini.

– Forsetin segði, at hann vil hava skipið til Grønlands, og eg eri vísur í, at teir arbeiða við at finna útav, hvussu teir fáa tað hagar, sigur Jeff Landry við fjølmiðlarnar.

Síðani skipið legði frá landi í Alabama hevur tað siglt suðureftir og er nú í Panamaveitini. Tað er í øllum førum ein ordans umvegur, um tað skal til Grønlands tann vegin. 

Kanska ætlanin er at hava skipið í nánd av krígnum, sum USA byrjaði í Iran um vikuskiftið.

 

##med2##

 

 

Her sæst "USNS Mercy" á marinetraffic.com í Panamaveitini