Nilsson nýggjur FCK-venjari

FC Keypmannahavn váttar á síni heimasíðu, at felagið hevur skrivað sáttmála við svenska venjaran, Roland Nilsson. Tað hevur leingi staðið greitt, at Ståle Solbakken, frá nýggjárinum verður nýggjur norskur landsliðsvenjari, og tí skuldi FCK hava nýggjan venjara. Og hann er nú funnin.

 

Roland Nilsson fer frá einum starvi sum venjari hjá Malmø FF, sum hann førdi til svenskar meistarar í fjør.

 

Sambært stjóranum í FCK byrjar Roland Nilsson sum venjari í FC Keypmannahavn í seinasta lagi 1. juli.