Nissan er mest seldi bilur í ár

Higartil í ár er Nissan mest seldi bilur í Føroyum 218 nýggir Nissan bilar eru skrásettir ársin fyrstu átta mánaðir

Nissan er higartil mest seldi bilur í Føroyum í ár. Tað vísa hagtølini, sum Akstovan hevur kunngjørt í dag. 218 nýggir Nissan eru skrásetti fram til 1. september. Á øðrum plássi kemur Toyota, sum plagar at liggja ovast, við 182 bilur. Og nummar trý er Volkswagen við 152 bilum.

Taka vit so søluna í august í ár fyri seg, so er Toyota framvegis við í kappingini, tí tá liggja Nissan og Toyota javnir við 12 bilum í part. Nummar trý er Ford við 10 bilum.

Topp 10 listin við mest seldur bilum árs finstu átta mánaðir:

1. NISSAN: 218 bilar

2. TOYOTA: 182 bilar

3. VOLKSWAGEN: 152 bilar

4. HYUNDAI: 128 bilar

5. RENAULT: 83 bilar

6. FORD: 66 bilar

7. MERCEDES-BENZ: 49 bilar

8. BRENDERUP: 40 vognar

9. SKODA: 34 bilar

10. PEUGEOT: 32 bilar

Og topp 10 listin fyri augustmánað er hesin:

1. NISSAN: 12 bilar

1. TOYOTA: 12 bilar

3. FORD: 10 bilar

4. MERCEDES-BENZ: 8 bilar 

5. VOLKSWAGEN: 8 bilar

6. BRENDERUP: 5 vognar

7. AUDI: 4 bilar 

8. MG: 4 bilar

9. SUZUKI: 3 bilar 

10. CITROEN: 2 bilar