Russiski Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, Dmitrij Muratov, sum er blaðstjóri á Novaja Gazeta, kallar deyðsfallið av andstøðinginum, 47 ára gamla, Aleksej Navalnyj, fyri morð.

Nobel-vinnari: - Hetta er morð

- Vit hittu Aleksej Navalnyj hin 12. februar. Hann var á lívi, frískur og glaður. Eg vil ikki hoyra nakran sýna samkenslu, sigur mamma hansara, Lyudmila Navalnyj.

Russiski Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, Dmitrij Muratov, sum er blaðstjóri á Novaja Gazeta, kallar deyðsfallið av andstøðinginum, 47 ára gamla, Aleksej Navalnyj, fyri morð.

Russiski Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, Dmitrij Muratov, kallar deyðsfallið av andstøðinginum, 47 ára gamla, Aleksej Navalnyj, fyri morð.

 

Hetta skrivar hann í ávísini, Novaja Gazeta, har hann er blaðstjóri. 

 

- Hetta eru ræðulig tíðindi. Eg eri vísir í, at blóðtøppurin - um tað er rætt, at hann fekk ein blóðtøpp - er ein avleiðing av, at Navalny hevur sitið í isolatión í 27 mánaðir.

 

Dmitrij Muratov fekk Nobel-friðarheiðurslønina saman við filipinsku, Mariu Ressa, í 2021.

 

Mamma Navalnyj, Lyudmila Navalnyj, sigur sambært Reuters, sum endurgevur ávísina, Novaja Gazeta, at familjan hitti Aleksej Navalnyj í fongslinum hin 12. februar.

 

- Hann var á lívi, frískur og glaður. Eg vil ikki hoyra nakran sýna samkenslu, sigur hon.

 

Tað var fongslið, har hann hevur sitið, sum í dag boðaði frá, at Aleksej Navalnyj er deyður. Russiskir myndugleikar hava enn ikki alment váttað tíðindini um deyðsfallið.

 

 

 

Russiski Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, Dmitrij Muratov, sum er blaðstjóri á Novaja Gazeta, kallar deyðsfallið av andstøðinginum, 47 ára gamla, Aleksej Navalnyj, fyri morð.