Tað verða helst færri nýggjársbál í kvøld

Bál skulu fyrireikast, og hóast hann sigur minkandi vind seinni í kvøld, og útlitini um midnáttarleitið eru á einari leið, er ivasamt, hvussu líkindini verða.

Soleiðis, sum veðrið hevur verið í nátt og í morgun, og soleiðis sum útlitini eru til dagin og kvøldið, er ivaleyst, at nøkur nýggjársbál eru í vanda.

 

Hann hevur ligið eystaneftir við nógvum vindi, og har eysturættin og møguliga landnyrðingurin eru ringar ættir, verður ivasamt, um nøkur bál verða í kvøld.

 

Bál skulu fyrireikast, og hóast hann sigur minkandi vind seinni í kvøld, og útlitini um midnáttarleitið eru á einari leið, er ivasamt, hvussu líkindini verða.

 

Neyvar reglur galdandi er fyri, nær bál kann brennast, og hetta veldst alt um støddina á bálinum, og um bál eru í bygdum øki ella ei. 

 

Er talan um størri bál, sum verða brend í óbygdum øki, verður eisini mælt frá at brenna, um vindurin fer upp um 15 metrar um sekundið.

 

Alt eftir, hvussu ættin rakar, kemur vindurin helst onkustaðni niður um 15 metrar seinni í kvøld, men fleiristaðni verður meira vindur enn tað.

 

Nógv væta er eisini í luftini, og roknast kann við vátveðri tað mesta av degnum og kvøldinum. Kanska fer at slíta í, tá komið verður út móti midnátt.

 

Tað er tí ivasamt, hvussu nógv bál verða at síggja í kvøld, nú nýggjársaftan er, men har eysturættin er góð, er hugsandi, at nøkur bál verða at síggja, sum gamlaárskvøld gongur.