Kristiansand tapti á heimavølli

Kristiansand er framvegis á einum endaspælsplássi í bestu norsku hondbóltsdeildini

Landsliðsleikarin, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini í Aquarama-høllini í Kristiansand móti gamla liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Follo.

 

Kristiansand var á odda 15-14 í steðginum, men tað endaði við harðvunnum 36-35 sigri til Follo.

 

Tróndur skoraði tvey mál.

 

Kristiansand er nummar sjey í deildini við seks stigum fyri sjey dystir. Tá snýr seg um at vera millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl. Eydnast tað sleppur Kristiansand at kappast í endaspælinum.

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur Kristiansand heimadyst móti Runar Sandefjord.