Nógv góð fólk hava gingið í Nonnuskúla

– Tá ið eg sigi við onkran vaksnan, at eg gangi í Sankta Frans skúla, so siga tey ofta, “at hjá Nonnunum hava nógv góð fólk gingið”. Og rætt hava tey, segði forkvinnan í næmingaráðnum, Sigrið Hansdóttir

 

Vit prenta her røðuna, sum Sigrið Hansdóttir, forkvinna í næmingaráðnum í Sankta Frans skúla helt á 90 ára hátíðarhaldinum í morgun:

 

 

 

Góðu gestir

 

Í dag fyllir Sankta Frans skúli 90 ár. Um skúlin var eitt menniskja, so høvdu vit sagt, at hann var vorðin gamal og slitin. Eyguni vóru farin at bila. Hárið var gránað, og húðin var blivin rukkut og skrukkut. Evnini at renna skjótt og at dansa á tá vóru skerd. Og tey avvarðandi høvdu helst ringt til borgarstjóran, Heðin Mortensen, og sagt, at skúlanum tørvaði heimahjálp fleiri ferðir um dagin fyri at fáa alt at bera til.

 

Men Sankta Frans skúli er ikki eitt menniskja, og tí kann dagurin í dag ikki rættuliga samanberast við ein vanligan “90 ára føðingardag”. Sankta Frans skúli er ein skúli í miðbýnum Havn, sum hvønn dag tekur ímóti 400 sprellivandi børnum, ið skulu læra at lesa, skriva og rokna, og sum skulu fáa høvi at hugna sær saman og mennast í felag.

 

Í Sankta Frans skúla starvast yvir 40 lærarar, sum gera nógv fyri, at næmingarnir skulu fáa eina góða skúlagongd, og harumframt eru húsavørðar, skrivstovufólk, heilsusjúkrasystur og vaskifólk, ið gera tað fjálgt inni í skúlanum og rudduligt uttan fyri skúlan.

 

Tá ið eg sigi við onkran vaksnan, at eg gangi í Sankta Frans skúla, so siga tey ofta, “at hjá Nonnunum hava nógv góð fólk gingið”. Og rætt hava tey.

 

  • Hvat hava rithøvundarnir Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Rakul Helmsdal í felag? – Teir gingu í Nonnuskúlanum
  • Hvat hava listafólkin Rannvá Kunoy, Tróndur Bogason, Marianna Mørkøre, Finnur Koba, Bárður Jákupson, Remmel-brøðurnir og Kapnas-brøðurnir í felag? – Tey gingu í Nonnuskúlanum
  • Hvat hava ítróttafólkini Jákup á Borg, Mona Breckmann, Regin Vágadal Vígdis Hentze, Róaldur Jakobsen, Gunnar Nielsen og Matthias Lamhauge í felag? – Tey gingu í Nonnuskúlanum
  • Hvat hava prestarnir Ann Dahl Hansen, Theodor Eli Olsen og Armgarð Arge í felag? – Teir gingu í Nonnuskúlanum
  • Hvat hava lærararnir Agga Niclasen, Rebekka á Neystabø, Ragnar Simonsen, Hildur Gram, Bárður Mikkelsen, Gunn Mikkelsen, Aggi Ásgeirsdóttir og Tórunn Sjóvará Joensen í felag? – Teir hava allir gingið í Nonnuskúlanum
  • Og hvat munnu astronauturin David Arge Klevang og løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen hava í felag – Jú, mín sann. Tey gingu eisini í Nonnuskúlanum.

 

Umframt hesi 30 fólkini, sum eg havi nevnt, hava nógv onnur røsk, djørv, treyst og arbeiðssom fólk gingið í Nonnuskúlanum, tá ið tey vóru børn.

 

Vit, sum ganga í Sankta Frans skúla í dag, hava arvað nógvar av teimum siðvenjum, ið hava eyðkent skúlan øll árini.

 

Ein siðvenja er, at vit hava morgunsang hvønn morgun: Vit syngja tjóðsangin og siga trúarorðini og tey 10 boðini hvønn fríggjamorgun. Vit syngja ofta “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti”. Vit syngja ofta “Her er kærleiki at finna”. Og vit syngja ofta “Boðar tú til allar tjóðir”. Allar hesar góðu føroysku sangirnar duga øll nonnubørn uttanat.

 

Ein onnur siðvenja er, at vit halda Sankta Frans dag eina ferð um árið – og tá hoyra vit søguna um Frans av Asissi, og minnast hansara stóra arbeiði. Øll nonnubørn eru samd um, at hetta er tann besti skúladagurin í árinum.

 

Ein triðja siðvenja er, at vit hvørji páskir eru til guðstænastu í Mariukirkjuni, ið er einasta katólska kirkja í Føroyum.

 

Eitt tað mest sermerkta við Sankta Frans er, at fyrr undirvístu fleiri nonnur á skúlanum. Vit, ið ganga í 7. flokki í dag, hava ongantíð havt eina nonnu sum lærara, men onkur nonna hevur verið og heilsað upp á okkum, og vit hava verið og vitjað nonnurnar uppi í nonnuklostrinum nakrar ferðir. Tað er nakað, ið vit ongantíð fara at gloyma.

 

Sum forkvinna í næmingaráðnum fari eg við hesum fáu orðum at ynskja øllum, ið hava gingið í Nonnuskúlanum, og sum eru góð við okkara skúla, hjartaliga til lukku við 90-ára degnum.