Føroya Ríðisamband:
Fýra dagar við skeiðkapping, sport-kappingum og gæðingakeppni hava verið á skránni í Havnardali um vikuskiftið, har ikki færri enn 52 pør høvdu meldað til í 15 ymiskum flokkum.
Nógvar ymiskar kappingar
Byrjað varð hóskvøldið við skeiðkappingini P2 og fýra innleiðandi sport-kappingum. Fríggjakvøldið vóru seks innleiðandi sport-kappingar og leygardagin 10 sport-finalur, meðan bæði innleiðandi og finalur í gæðingakeppni vóru sunnudagin.
Fleiri gullmerki til somu pørini
25 ára gamla Ragnheiður Ó. Dam vann gull í bæði fjórðgongdini og tøltinum fyri vaksin við hestinum Vaðall, meðan 15 ára gamla systir hennara Arnfríð vann somu greinar fyri ung á hestinum Huga.
Hjá Evu á Rógvi og Sprota gekk eisini væl, tey vunnu bæði fjórðgongd og tølt fyri børn. Eisini Nina Brockie og Nístingur høvdu ein gyltan dag, tá tey gjørdust nr. eitt í V5, fjórðgongd og endaðu á einum deildum fyrstaplássi í T7, tølt.
Trý av seks máttu úr T1-finaluni
Tað gongur ikki altíð eftir einum snóri, tá tú kappast saman við djórum. Ross kunnu t.d. missa skógv ella okkurt annað óvæntað hendir. Í T1-finaluni hendi tað sjáldsama, at trý av pørunum blivu ‘eliminerað’, so tey trý, sum vóru eftir á breytini tryggjaðu sær pláss á heiðursskamlinum.
Gæðingakeppni
Kappingin í gæðingakeppni sunnudagin var tann fyrsta ordiliga kappingin av hesum slagi í Føroyum. Higartil hava verið nakrar royndar-kappingar. Í gæðingakeppni snýr tað seg nógv meira um rossið enn í sport-kappingum, m.a. verður dentur lagdur á arbeiðsgleði, samstarvsvilja, framdrift, kraft og ferð í øllum gonguløgum, samstundis sum rossið aktar og kann stýrast. Stutt sagt, so skal rossið vera ein rættur “happy athlete”. Eisini verður dømt við øðrum karakterum, frá 5 til 10, og á ein øðrvísi hátt. Eitt, sum er nokkso serligt við gæðingakeppni samanborið við sport-kappingar, er, at finalurnar kunnu síggja heilt ørðvísi út enn innleiðandi, tí fet og lop verða ikki víst í finalunum. T.d. gjørdust Regin og Ósk nr. 1 í finaluni sunnudagin, hóast tey lógu aftast í innleiðandi umfarinum.
Samreiðs– og røktarsteyp
Hesa ferð vóru tað Ragnheiður og Vaðall, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið tí parinum, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Nina og Nístingur vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.
Niðanfyri síggjast øll úrslitini:
V5-BØRN, fjórðgongd
1 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli, 5,88
2 Jóna N. Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 5,58
3 Simona Tornby og Helios fra Bøgegården, 5,50
V5, fjórðgongd
1 Nina Brockie og Nístingur frá Ibishóli, 6,13
2 Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi, 5,83
3 Eyðrið E. Hansen og Stefnir frá Typpafossi, 5,54
V1-UNG, fjórðgongd
1 Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum, 6,0
2 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu, 5,50
3 Boas Kári D. Nordendal og Hárekur frá Marknagili, 5,37
V1, fjórðgongd
1 Ragnheiður Ó. Dam og Vaðall frá Dimmuborg, 6,63
2 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, 6,50
2 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, 6,50
T7-BØRN, tølt
1 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli, 6,00
2 Brá Nielsen og Skúli frá Flugumýri 5,83
3 Jóna N. Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 5,75
T7, tølt
1 Nina Brockie og Nístingur frá Ibishóli, 6,17
1 Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi, 6,17
3 Eyðrið E. Hansen og Stefnir frá Typpafossi, 6,08
T2, slakteymatølt
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II, 6,92
2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni, 6,42
T1-UNG
1 Arnfríð Ó. Dam og Hugi frá Hrepphólum, 6,50
1 Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum, 6,39
3 Jason Debess Lützen og Djass frá Tindsgarði, 5,28
T1, tølt
1 Ragnheiður Ó. Dam og Vaðall frá Dimmuborg, 6,89
2 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, 6,83
3 Valborg Laksáfoss og Stæll frá Skagaströnd, 6,39
F1, fimmgongd
1 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1, 5,50
2 Valdemar Lützen og Þórey frá Flagbjarnarholti, 5,12
3 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli, 4,86
P2, flúgvandi skeið, 100 m
1 Bárður Johannesen og Kvika frá Hólabrekku 10,16 sekund
GDC, børn
1 Bjørg Nolsøe Mørk og Freyr frá Aðalbóli, 8,015
GDT, tannáringar
1 Arnfríð Ó. Dam og Ómur frá Brekknakoti, 8,265
GDY-B, ungmenni
1 Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum, 8,380
GDB
1 Regin Johannesen og Ósk frá Prestbakka, 8,457
2 Valborg Laksáfoss og Stæll frá Skagaströnd 8,436
3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð og Kjarni frá Draflastöðum 8,307












