Nógv smáóhapp – og ein treytað frádøming

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt

Aftur í gjárkvøldið og í nátt, hevur tað verið serstakliga hált og samstundis hevur tað eisini verið rættiliga nógv fólk í býnum.  Løgreglan sigur, at tað hevur sett sín dám á arbeiðið hjá teimum í nátt, tí tað hevur verið nógva at gera – men talan hevur verið um smærri uppgávur.

 

Tað vóru nógv fólk, sum vóru dottin og sum hava smekkað seg í og sum skuldu kannast nærri. Og tað vóru fleiri fólk, sum vóru avdottin úti, og sum skuldu hjálpast á rættkkjøl aftur, tí í nátt var ikki veður at liggja úti á berajólum. Ein maður var so illur í sær, at hann var ikki grannhavandi, men hann gjørdi ongan skaða um seg, so hann slapp við eini bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.

 

Eitt ferðsluóhapp var í nátt, men tað hevði lítið upp á seg, tí talan var bara um ein bil, sum var gliðin í eina veit.  Men aftur í nátt hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar, har nógvir bilar vórðu steðgaðir. Men yvirhøvur var gott skil á – men enn einaferð varð ein bilur tikin á Glyvursvegi. Tað er dag um dag at bilar verða tiknir har. Tað er loyvt at koyra 50, men í nátt var ein bilførari tikin fyri at koyra 84, so hann missur koyrikortið treytað og má upp til nýggja koyriroynd.