Nógvir málmøguleikar og eingi mál

Javnleikur á Skála ber við sær, at NSÍ endar á fjórða plássi, og at Skála styrkir um sína støðu í kappingini um at sleppa undan at flyta niður

Tað endaði málleyst í kommunuuppgerðini á Skála, har NSÍ var gestur undir Mýruhjalla.

 

Úrslitið ber við sær, at tað nú er greitt, at NSÍ undan síðsta umfari hevur 42 stig. Í síðsta umfari fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti B68. Á fimta plássi er B36 við 38 stigum. Tí er tað greitt, at NSÍ hevur vunnið fjórða plássið. Um tað fer at bera pláss í europeisku kappingini næsta summar við sær, fæst ikki at vita fyrr enn annan leygardag. Tá fer B36 at spæla finalu í steypakappingini ímóti HB. Um B36 endar sum steypavinnari, so missir NSÍ atgongumerki at vera við í Europa. Um HB verður steypavinnari, so fær NSÍ europeiska atgongumerkið.

 

Tað var tjúkt undir Mýruhjalla í dag, og tað vóru góðir málmøguleikar í báðum endum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Karstini Joensen, sum hevur vart málið á Skála alt kappingarárið á tamb, og at tað heldur ikki eydnaðist at fáa bóltin framvið Kristiani Joensen. Hann var í dag aftur í NSÍ málinum, eftir at hann ikki hevur verið á vøllinum síðani 15. september. Síðani tá og inntil í dag hevur hann ikki verið á vøllinum, tí talan hevur verið um brotið rivjabein.

 

At tað í dag endaði javnt ber við sær, at Skála undan síðsta umfari hevur 20 stig. Um tað røkkur til áttanda ella níggjunda pláss valdast um, hvat úrslitið millum B68 og EB/Streym verður. Tann dysturin varð í dag útsettur til í kvøld. Fyrsta bríksl á Svangaskarði verður klokkan 18. Í løtuni er B68 á níggjunda plássi við 18 stigum.

 

 

 

Skála – NSÍ 0-0

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Karl Martin Johansen, Nicolai Dohn – Ragnar Skála, Maxwell Effiom, Marjus Nón

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Betuel Hansen, Lars Agardius – Beinir Nolsøe, Jógvan Højgaard, Aron Knudsen – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen