Tað eru óvanliga nógvir kundar, sum ringja inn til Betri Banka í løtuni, tí tey hava upplivað svikagerðir av ymiskum slag. Tað kann til dømis vera eini sms-boð, sum boða frá, at tú ert við at gera eitt keyp, ella tað kann vera ein íløgusíða, sum lovar tær stóran vinning alt fyri eitt.
– Vit heita á allar okkara kundar um at vísa stórt varsemi, tá tað kemur til illgrunasom sms-boð ella teldupostar, sum biðja teg um at trýsta á eitt leinki. Eisini heita vit tykkum á at kanna trúvirði á heimasíðum, sum t.d. vilja hava teg at gera íløgur, skriva tey úr Betri Banka.
Góð ráð
Her eru nøkur góð ráð frá bankanum til at fyribyrgja svikagerðum:
- Um tú fært eini sms-boð frá NETS, so les boðini gjølla. Um tú ikki aktivt er í holt við at gera eitt keyp ella eina flyting, so merkir hetta, onkur annar hevur fingið fatur á upplýsingunum á tínum gjaldskorti. Sperra títt kort alt fyri eitt á Netbankanum ella á betri.fo/sperrakort
- Gev ongantíð nøkrum títt loynital til Netbankan. Hvørki vit í bankanum ella onnur spyrja um títt loynital fyri at hjálpa tær við Netbankanum.
- Deil ikki tølini á gjaldskortinum við onnur.
- Deil ikki Samleikan við onnur.
- Deil ikki loynitalið frá NETS við onnur.
- Ver varin um tú fært teldupostar ella sms, har tú verður biðin um at gjalda ella dagføra gjaldsupplýsingar. Trýst ongantíð á leinkjur, sum biðja um trúnaðarupplýsingar. Kanna økisnavnið og rita heldur inn á teirra heimasíðu, um okkurt skal dagførast.