Í gjár fór gamla Norðborg av Klaksvík, og gongst sum ætla fer skipið á sildaveiði fyri Jupiter.
Jupiter liggur á skipasmiðjuni á Skála, og umvælingin a skipinum tekur longri tíð, enn reiðaríið í fyrstu syftu roknaði við. Sildatíðin er fyri framman, og tí er ein loysn hjá Atla Hansen, reiðara á Jupiter, at leiga Norðborg í eina tíð.
Tað er P/F Christian í Grótunum í Klaksvík, sum eigur gomlu Norðborg, sum hevur ligið við bryggju í Klaksvík, síðani nýggja Norðborg kom til Føroya í februar mánaði.
Flutti vatn
Klaksvíkingar hava ikki brúkt gomlu Norðborg, tí teir hava tvey nýggjari skip til sama fiskiskap. Reiðaríið arbeiðir við at selja skipið, men í hesum førði verður tað helst til ein leigusáttmála.
Norðborg hevur síðani februar ligið við bryggju mesta av tíðini, men í ógvusliga turkinum, sum var kring landið herfyri, var Norðborg nýtt til at flyta vatn av Skálafjørðinum og til Fuglafirðar.
Næsta mánaðin verður tað tó væntandi sild, sum Norðborg kemur at hava í lastini.kanska vera torført hjá okkum føroyingum at skilja í ávísum førum, men hinvegin eiga reglurnar eisini at respekterast.Vit hava tó eisini okkara ábyrgd í so máta, tí kontrolskipan okkara virkaði ikki nóg væl, og hetta er so nakað, sum vit mugu royna at betra um. Hinvegin eiga vit eisini at vera eitt sindur »føroyskir«, soleiðis at alt ikki gerst ov fýrakantað, tí hetta liggur jú ikki til okkum.
Vóru trupulleikar av ymsum slag við fyrireikin og øðrum, so er tó eitt, sum Poul tykist ómetaliga fegin um:
- Eg haldi at 12. maður eigur eitt stórt herðaklapp uppiborið fyri teirra leiklut. Teir skaptu ein ótrúliga góðan stemning, og ikki minst tað, at teir nú sita á endatribununi ger, at øll hini fólkini síggja teir. Teirra leiklutur lág so avgjørt ikki eftir, og hetta varð til at gera upplivingina hjá hinum áskoðarunum enn størri, varð seinasta viðmerkingin frá formanninum fyri Tórsvøll.