Herfyri sóust nógvar vakrar myndir, sum tiknar vórðu av norðlýsi í Føroyum. Myndirnar koyrdu á ymiskum heimasíðum, og fleiri slíkar og serstakliga vakrar myndir vórðu eisini lagdar út á facebook-profilar.
Í norska Dagblaðnum er videoupptøka, sum NASA hevur gjørt, har norðlýsið "spælir" sær yvir Kanada, USA og Meksiko.
- Her hjá okkum kenna vit myndina, tá norðlýsi "dansar" yvir himmalinum, men á hesi video-upptøku hjá NASA sæst eitt heilt annað og øðrvísi litspæl.
Norska Dagblaðið skrivar, at tað eru astronautar umborð á altjóða rúmdarstøðini, sum hava tikið filmsmyndirnar av norðlýsinum, og tað er NASA, sum hevur sett filmin saman.
Filmur og myndir eru tikin í tíðarskeiðnum 25.-30. januar í ár.
Tey, sum hava hug at síggja upptøkuna hjá NASA, kunnu hyggja á www.dagbladet.no