60 ár eru liðin, síðan Tórshavnar Skipasmiðja lat frá sær nýbygningin Norðlýsið til felagið Uvaq í Havn. Í dag eigur felagið útferðir, har Smyril Line er høvuðspartaeigari, skipið, sum verður brúkt til at sigla við ferðafólki millum oyggjarnar.
Krígstíð var, tá skipið varð smíðað, og ringt var at fáa nakað tilfar úr Europa at smíða úr, greiðir Birgir Enni, sum í dag er skipari á Norðlýsinum, frá. Tilfarið, sum brúkt var, og tað var fyri tað mesta eik, varð tí flutt allan vegin úr Kanada til Havnar.
Og eins og eikin er skrokkurin á Norðlýsinum krútsterkur enn hesi seksti árini, síðan flotað varð, sigur Birgir Enni.
Norðlýsið var sum vera man ætlað til fiskiskip, og var eisini til fiskiskap øll árini til einaferð í sjeytiárunum, tá skipið varð lagt.
Millum annað kann nevnast, greiðir Birgir Enni frá at Norðlýsið var fyrsta føroyska skipið, sum var til sildafiskiskap við gørnum. Hendan veiðan, sum gjørdist so ógvuliga vanlig ta tíð, tað var.
Nýhugsan
Eisini í aðrar mátar hevur Norðlýsið verið slóðbrótandi í føroyskari vinnusøgu. Hugsað verður tá sjálvandi um tað, sum Norðlýsið í dag er kent fyri. Hesar serligu ferðafólkatúrarnar við ymsum upplivingum so sum tónleiki og serligum mati, sum fæst umborð.
Tað var í 1985, at felagið Aurora Borealis, sum er latín og merkir norðlýsi, tók stig til at seta hetta gamla, uppilagda skipið í stand at nýta til stuttleikasigling, sum tá varð tosað millum manna.
Birgir Enni, sum var ein av stigtakarunum og sum hevur verið við alla tíðina síðan tá, sigur, at tað tók eini fýra ár, til skipið var klárt at sigla. Í 1989 kom rigningurin uttaneftir, og so var klárt at seta segl.
Í 1993 tók annað felag við skipinum. Tað var Smyril Line, sum í høvuðheitinum stóð aftan fyri felagið Útferðir, sum í dag eigur Norðlýsið, har Smyril Line framvegis eigur meirilutan av partapeninginum.
Sama ár varð so farið undir ta sigling, sum vit í dag kenna Norðlýsið fyri, Birgir Enni hevur øll árini verið tann drívandi kraftin umborð, men hevur fingið rættiliga góða hjálp frá eldsálum, sum sjálvboðin hava lagt nógva tíð og stórarbeiði í at hava skipið í góðum standi, sigur hann.
Tónleikur og matur
Birgir Enni og Norðlýsið hava í felag skapt nakað heilt nýtt í føroyskari ferðavinnu. Hesar túrarnar við serligum upplivilsum umborð og á landi, har komið verður framat.
Ein av teimum heilt stóru upplivingum, fólk, sum hava verið við, minnast aftur á, eru tónleikaferðirnar í hellini ymsastaðni undir oyggjunum. Serliga er tað Klæmintsgjógv vestantil undir Hesti, sum er vorðin kend av hesum ferðum
Hendan náttúrliga konserthøllin við tí frálíka ljóðinum, sum siglt verður inn í við smáum bátum, og fólk so fara upp á land at lurta eftir tónleiki.
Í hesum sambandi nevnir Birgir Enni serliga Kristian Balk, tónleikara, sum ein undangongumann, tá um hugskot ræður.
Men heilt eiðasørur í so máta er Birgir heldur ikki sjálvur. Til dømis verður nógv tosað um matin, hann borðreiðir við umborð á Norðlýsinum.
Serliga eru tað skeljadjórini, sum hava sína serligu søgu, tí Birgir sjálvur plagar at kava eftir eitt nú øðum, sum hann so borðreiðir við.
Men eisini ymisk sløg av fiski standa javnan á matskránni umborð á Norðlýsinum. Og tað kann veruliga vera talan um ymisk sløg, greiðir hann frá.
Til dømis kemur tað meir enn so fyri, at hann fær fisk frá skipum, sum hava fingið onkran sjáldsaman fisk, ið hann so ger til og borðreiðir.
Eisini plagar hann at fáa krabba frá garnaskipunum, og tað er nakað, sum rættiliga fær fólk við gourmetiskum kenslum at sleva, sigur hann.
Fólk hava lagt merki til hesi tilboðini og vilja fegin uppliva hetta heima hjá sær sjálvum, veit Birgir Enni at siga frá. Til dømis verður hann ofta biðin at matgera til ymsik høvi ymsastaðni bæði heima og uttanlands. Hann sigur, at hann hevur verið í 10 ymsum londum og gjørt forkunnuga matin, sum Norðlýsið er kent fyri.
Traditionelt
Eisini meira »vanligar« túrar ger Norðlýsið sum vera man. Túrar, har siglt verður kring oyggjarnar. Eitt nú Dlmunartúrarnar, har farið verður upp á oynna, meðan skipið bíðar fyri lendingini.
Eisini verða styttri fiskitúrar gjørdar. Serliga í Nólsoyarfirði ella inn á Kaldbaksfjørð, sigur Birgir Enni.
Teir túrarnar verður vanliga roynt við tráðu, og tað kann hava ávísar trupuleikar við sær, tá eini 20 fólk standa við tráðu, og tað rekur undir skipinum.
?Tá er skjótt at trola, og tað kann taka sína tíð at greiða aftur, sigur skiparin.
Tí hevur hann ætlanir um at fáa snellur umborð, soleiðis at til ber at brúka tyngri lodd sum gera, at tað stendur betri niður.
Nú er tað kortini ikki so, at Birgir Enni er einsamalur maður við Norðlýsinum. Skipið er góðkent til 50 ferðafólk, og tað krevur sjálvandi, at manning er afturat honum, sigur Birgir. Vanliga plaga teir at vera tveir. Og tað hava verið nógvir nationalitetir, sum hava siglt við skipinum. Serliga norðurlendingar hava mannað Norðlýsið saman við honum.
Í samband við ferðavinnutiltakið »Frí í Føroyum«, sum Ferðaráð Føroya skipar fyri í Havn um dagarnar, fer Norðlýsið at liggja í Vágsbotni. Ein serligur túrur í hesum sambandi verður gjørdur seinnapartin fríggjadagin, sigur Birgir Enni.