Norðmenn falnir í Sýrialandi

Fleiri norskir ríkisborgarar, sum eru farin úr Norra til Sýrialands at vera við í borgarakrígnum har, eru fallin í hesum bardøgum.

Tað upplýsir Benedicte Bjørnland, stjóri fyri trygdartænastuna norska politinum, PST, fyri norska kringvarpinum, NRK.

PST vil ikki vátta, hvussu nógvar norðmenn talan skal vera um, ella hvaðani hesar upplýsingar koma.

– Vit kunnu við stúran staðfesta, at alsamt fleiri velja at fara til Sýrialands at berjast, og vit vita, at fleiri av teimum eisini eru fallin í hesum bardøgum, sigur Bjørnland.

Bæði norskir, svenskir og danskir ríkisborgarar eru farnir til Sýrialands at berjast ímóti einaræðinum hjá Bashar al-Assad, forseta.