Tveir triðingar av fólkinum í Noregi halda, at fjølmiðlarnir hava gjørt alt ov nógv burtur úr yvirgangsmálinum um Anders Behring Breivik. Okkurt man vera um tað, tí umleið helmingurin av teimum norsku tíðindafólkunum siga tað sama.
Tað er úrslitið av einari kanning, sum Respons Analyse hevur gjørt í Noregi, Svøríki og Danmark. Í Svøríki og Danmark halda tey flestu hinvegin, at fjølmiðlarnir hava hvørki gjørt ov nógv ella ov lítið burtur úr Breivik-málinum.
Aðalskrivarin í Norsk Presseforbund, Per Edgar Kokkvold, leggur dent á, at meiningakanningar skulu ikki stýra fjølmiðlunum. Hugtakið at keyparin hevur altíð rætt, er ikki galdandi fyri fjølmiðlavinnuna, sigur hann.