Norðoya Sparikassi gott úrslit í 2007

Norðoya Sparikassi hevði aftur í 2007 eitt gott úrslit, sum saman við einum hóskandi vøkstri á øllum handilsøkjum ger at sparikassin er væl nøgdur við árið Úrslitið hjá Norðoya Sparikassan áðrenn skatt varð 30,5 mió. krónur í 2007 í mun til 31,4 mió. krónur í 2006. Ársúrslitið gjørdist 25,4 mió. krónur eftir skatt í mun til 25,8 mió. krónur í 2006.

Netto rentuinntøkurnar vuksu við 11 mió. krónur úr 60 mió. krónum upp í 71 mió. krónur í fjør. Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru øktar við 15 mió.krónum, úr 68 mió. krónum í 2006 til 83 mió. krónur í 2007.

Virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra vísti í 2007 eitt hall uppá 2,1 mió.kr. Í 2006 var eitt avlop uppá 1,3 mió.kr. Tað vil siga ein nettoávirkan uppá -3,4 mió. kr.

Útreiðslur til starvsfólk, umsiting o.a. eru øktar við 13 mió. kr. í 2007 í mun til 2006 úr 39 mió.kr. upp í 52 mió.kr.

Sparikassin hevur latið upp tvær nýggjar deildir á Saltangará og í Tórshavn. Harumframt hava vit sett 5 fólk til nýggj virkisøkir, sum eru íløgur, trygging og private banking, har vit vænta stóran vøkstur í framtíðini.

Norðoy7a Sparikassi sigur, at av tí at sethúsaprísir hava hækkað nógv seinastu árini, hevur sparikassin inntøkuført burturleggingar uppá 1,9 mió.kr. í 2007 í mun til eina útreiðsluføring uppá 0,2 mió.kr. í 2006.