Á norðoyastevnu verður m.a. skipað fyri kassabilakapping millum kommunurnar í Norðoyggjum.
Hóast flest allir kalendarar, sum er útkomnir í ár, siga, at norðoyastevnan verður nú um vikuskiftið, er tað ikki rætt. Norðoyastevnan verður nevniliga næsta vikuskifti frá 4. til 6. juni.
Í hesum samnbandi hevur Norðoyastevnunevndin givið kommununum í Norðoyggjum avbjóðingina at smíða hvør sín kassabil. Kappkoyringin við kassabilunum millum kommunurnar verður í Kirkjubrekkuni oman í Vágstún.
Kassabilurin á myndini, sum er formaður sum ein hvalur, smíðaðu skótarnir í Klaksvík fyrst ella miðskeiðis í 50-unum. Bilurin varð smíðaður í sambandi við eina legu, sum skótarnir skuldu luttaka á í Danmark. Um eina viku fæst at vita, hvør kommuna vinnur kassabilakappingina á norðoyastevnu.