Teir flokkarnir, sum áður umboðaðu henda hóvliga sjálvstýrispolitikkin, vóru Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Hesir flokkar hava staðið sera sterkir í Norðoyggjum.
Aftaná seinasta løgtingsval broyttu hesir flokkarnir kósina og gjørdist ramir fullveldisflokkar. Teir fóru niður til Danmarkar, saman við Tjóveldisflokkinum, og kravdu fullveldi her og nú, og tá ið teir ikki fingu tað, varð farið undir at fremja yvirtøkur, sum í 2002 koma at kosta okkum umleið 360 mill.krónur. Tað er eingin loyna, at stórur partur av veljarunum hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum kenna seg sviknar. Tað var ikki hetta tey høvdu væntað.
Tað, ein ofta hoyrir frá hesum hóvligu norðoyingunum, er: Eg valdi Fólkaflokkin, ella eg valdi Sjálvstýrisflokkin, men eg taki ikki undir við fullveldispolitikkinum.
Til hesar hóvligu borgarligu sjálvstýrisveljarar vil eg siga: Tann politikkur, sum tit kunnu taka undir við, í verandi støðu, er sambandspolitikkur. Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins sigur millum annað: "Øll mál - uttan felags mál fyri ríkisfelagsskapin - skulu kunna yvirtakast." Felagsmálini eru: Kongshúsið, grundlógin, uttanríkismál, verjumál, gjaldoyra og rættarskipanin.
Eg fari tí at heita á tykkum øll, sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum, um at velja Sambandsflokkin.
Til seinast fari eg at venda mær til allar sambandsveljarar, sum so trúliga hava staði saman um flokk okkara: Latið okkum gera okkara besta til hetta fólkatingsvalið. Veljarakanningarnar geva okkum eitt umboð á danating, men sigurin er ikki vunnin, fyrr enn seinasta atkvøðan er tald.
Gott val øll somul.