Norðoyingar mugu bíða í nøkur ár afturat

Norðoyingar hava bíðað í 31 ár eftir at byrgingin um Haraldsund verður gjørd liðug og tey skulu fyrireika seg at bíða í nøkur ár afturat

Tað verður helst ikki fyrrenn um nøkur ár, áðrenn byrgingin um Haraldsund verður gjørd liðug.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Byrgingin um Haraldssund var tikin í nýtslu í 1986, men hon er ongantíð gjørd liðug og tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og hørðum høgættarstormi á vetrartíð er als ikki nøktandi, sigur Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, sum nú hevur spurt landsstýrismannin, nær hon verður gjørd liðug.

 

Henrik Old sigur, at longu í 2008 var klárt at gera byrgingina lidna, men tað hevur enn ikki eydnast at fáa fígging til arbeiði, sum kostar 35 milliónir í dag.

 

Játtanin til at halda vegir, tunnlar, brýr og byrgingar, hava verið alt ov lágar í nógv ár og enn hevur ongin funnið pengar til arbeiðið, hóast tað hava verið nógvar samgongur síðani byrgingin var liðug. 

 

Sjálvur væntar Henrik Old ikki, at tað fer at eydnast at gera byrgingina lidna fyrrenn grót fæst til arbeiðið úr nýggju tunlunum Norður um fjall og eftir íløguætlanini hjá samgonguni, verður farið undir tað arbeiðið í 2021. 

 

Í hesum sambandi hevur ofta verið tosað um at gera brúgv um sundið fyri at hava tað opið, men Henrik Old sigur, at tað, ið liggur í kortinum er at gera byrging, so at tað ikki verður siglandi ígjøgnum sundið.

 

Og hann mælir samstundis frá at fara undir eina fyribils loysn, men heldur at bíða eftir eini endaligari loysn. Hann sigur, at verður fyrst ein fyribils loysn vald, stúrir hann fyri, at tað fer at standa við, og so verður byrgingin ongantíð gjørd liðug.