Stýrið í Norðurkorea váttaði í dag, at tað er gingið við til at avlýsa nakrar kjarnorkuroyndarspreingingar og nakrar rakettroyndir, aftur fyri at landið fær matvøruhjálp úr USA. Harafturat hevur Norðurkorea lovað at gevast við at ríka uran, og landið er gingið við til at lata eftirlitsmenn hjá altjóða kjarnorkustovninum IAEA hava eftirlit við, at hetta lyftið verður hildið.
Norðurkorea sigur seg hava fingið lyfti úr USA um 240.000 tons av matvøruhjálp, og at partarnir skulu tingast í Beijing í næstu viku um møguleikarnar fyri enn størri hjálp.
Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá stýrinum í Pyongyang var púra óvæntað, og at talan er um eitt sera týðandi gjøgnumbrot í samráðingunum millum Norðurkorea og USA, sum hava staðið í botni í longri tíð.
Talskvinnan hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Victoria Nuland, segði seinnapartin, at USA stúrir framvegis fyri framferðini hjá Norðurkorea, men at tað, sum er hent í dag, er eitt framstig, hóast tað er avmarkað.