Norðurlendsk HM-finala í hondbólti

Danmark knógvaði Spania og skal spæla ímóti Svøríki í HM-finaluni sunnudagin

Verandi heimsmeistarin í hondbólti, Danmark, hevði í kvøld møguleikan at skapa eina norðurlendska HM-finalu í Egyptalandi, har teir, um teir vunnu á Spania, komu at hitta Svøríki í finaluni. Svøríki vann í dag sína hálvfinalu 32-26 á Fraklandi.

Danmark legði væl frá landi og var á odda allan fyrra hálvleik á tamb. Eina løtu var danska leiðslan fimm mál, nevniliga 13-8, men Spania varðveitti spenningin í dystinum og syrgdi fyri at Danmark slapp til hálvleiks á odda við bara tveimum, 18-16.

Mikkel Hansen og Mathias Gidsel vóru eyðsýndir hjá Danmark, og innspølini til tann trygga Magnus Saugstrup á strikuni eydnaðust væl. Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Danmark varðveitti munin, og hvørjaferð Spania hótti, eydnaðist tað aftur Danmark at leggja sjógv.

##med2##

Spaniólar høvdu heldur ikki hepnið við sær, og bæði stong og tvørstong forðaðu teimum í at javna. Spania var um reppið at javna til 34-34 tá ið smáur hálvur minuttur var eftir, men teir raktu á tvørstongina.

Heldur var tað Danmark, sum við einum máli í síðstu sekundunum staðfestu ein 35-33-sigur og harvið fyri aðru ferð á rað hava spælt seg í HM-finaluna.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var ikki við í danska hópinum í kvøld.

HM-finalan ímillum Danmark og Svøríki verður spæld sunnudagin kl.16.30.

##med3##

Spania - Danmark 33-35 (16-18)

Spania: Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 7, Adrian Figueras Trejo 6, Jorge Maqueda Peno 5, Alex Dujshebaev Dovichebaeva 4, Ferran Sole Sala 3, Aleix Gomez Abello 3, Ruben Marchan Criado 3, Aitor Arino Bengoechea 2.

Danmark : Mikkel Hansen 12, Magnus Saugstrup Jensen 7, Morten Toft Olsen 4, Mathias Gidsel 4, Lasse J. Svan 3, Magnus Landin Jacobsen 2, Lasse B. Andersson 1, Simon Hald Jensen 1, Emil M. Jakobsen 1.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##