Nora umaftur

Ibsen árið er í hæddini, og hugflogið at skapa áhuga fyri mongu tiltøkunum ferðast víða. Millum annað hevur fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Kåre Willoch, nú skrivað sítt boð uppá, hvussu hann heldur, at heimskendi leikurin hjá Ibsen, Et Dukkehjem, átti at enda

 Fyri Willoch er spurningurin ikki, hví ella hvar Nora fór, sum fólk, kanska serliga kvinnur, hava spurt seg sjálvan, líka síðani leikurin varð skrivaður í 1879. Sambært Willoch hava vit í leikinum enn eitt dømi um, at vesturlendsk mentan er vorðin sær sjálvum nokk í so stóran mun, at tað er vorðið ein forðing fyri øllum væl grundaðum tankum um ábyrgd, sum finnast í øðrum mentanum.
- Er tað nú so vist, at tað er betri mentan, at ein mamma skal fara frá sínum børnum fyri at realisera seg sjálva?, spyr Willoch, og ikki óvæntað fer Nora tískil ongan veg í nýggju útgávuni, sum herfyri varð prentað í Aftenposten. Og so var aftur eldur í stutta fjúsinum hjá mangari talskvinnu hjá Noru. Willoch verjir seg við at siga, at tann veruliga Nora, Laura Kieler, fór aftur til mannin, brúkti 12 ár at rinda skuldina afur og fekk seks børn. Hana fer Willoch eftir øllum at døma nú at skriva eina bók um, tí sum hann sigur
- Mest ræðuliga kvinnusøgan hjá Ibsen hevur uppborið at verða sæð í nýggjum ljósi.