Norðstreymoyar Javnaðarfelag fimmti ár

Tann 18. oktober í ár verður Norðstreymoyar Javnaðarfelag 50 ár, og tað fara vit at hátíðarhalda við eini móttøku í Bygdarhúsinumí Kollafirði fríggjadagin tann 25. oktober kl. 16-18

 

Áðrenn stovnanina av Norðstreymoyar Javnaðarfelag var Javnaðarfelag í Vestmanna. Oddafólk í tí felagnum vóru m.a.fakfelagsmenninir Dia Højgaard í Fiskimannafelagnum og Arni á Rógvi í Føroya Arbeiðarafelag, Hjalmar Didriksen, ið var formaður felagsins, Tummas Enok Hansen, Jastrid Toftum, Johan Vørmadal, Johannes Nicolajsen, Ernst Johannesen, Eli Jacobsen o.o.

 

Tað var Jóannes Hansen á Kjalnesi í Kollafirði, sum tók stig til at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum Vestmanna Javnaðarfelag so bleiv partur av. Í fyrstu nevndini vóru hesi:

Poul Grunnveit, skipari, Haldórsvík , Hans Magnussen, bókhaldari, Tjørnuvík, Gunnar Joensen, lærari, Hvalvík, Sørin Djurhuus, arbeiðsmaður, Hósvík, Valdemar Dam, arbeiðsmaður, Kvívík, Hanus Joensen, lærari, Kollafjørður og Heini Johansen, bankamaður, Vestmanna.

 

Javnaðarflokkurin stendur sterkur í Norðstreymi

 

Eins og hini lokalfeløgini hevur felagið í Norðstreymi verið ein virkin partur í Javnaðarflokkinum. Hóast umstøðurnar viðhvørt hava verið avbjóðandi í hesum víða landsparti við so nógvum bygdum, hava vit megnað at hildið Javnaðarflokkin í fremstu røð í Norðstreymi, tá val hevur verið.   

 

Eitt tað størsta gjøgnumbrotið hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymi var á valinum í 1984, tá flokkurin bleiv størstur í nærum einaráðandi økinum hjá fyrrverandi sambandshøvdinginum, Andras Samuelsen í Norðstreymi. Atli Dam bar Javnaðarflokkin fram saman við nýggja framburðsríka sørvinginum á Signabø, Tummas Arabo. Tummas og havnarmaðurin í Vestmanna, Heini Johansen, gjørdu um seg í Norðstreymi, har flokkurin fekk 28% av atkvøðunum. Tummas kom í løgtingið tá. Á metvalinum í 1990 fekk Javnaðarflokkurin stívliga 30% í Norðstreymi. 1991 bleiv Tummas hann landsstýrismaður og Heini Johansen tók við sum løgtingsmaður

 

Umframt Tummas og Heina hevur Javnaðarfelagið í Norðstreymi havt fleiri umboð í løgtingi og landsstýri. Í 1998 kom vágbingurin í Vestmanna, Hans Pauli Strøm, í løgtingið og í landsstýri í 2004og aftur í løgtingið í 2009. Hilbert Elisson í Vestmanna varvaramaður í styttri skeið nakrar ferðir. Ingilín D. Strøm úr Vestmanna varð vald í løgtingið í 2019, næst eftir formannin á Javnaðarlistanum, og bleiv hon landsstýriskvinna í umhvørvismálum í 2022. Tá kom Kim Durhuus úr Hósvík at taka sæti á løgtingi. Vit rokna eisini havnarmannin Una Holm Johannesen, búsitandi í Vestmanna, sum varð valdur í 2022, upp í okkara part. 

 

Eitt tað besta valið hjá Javnaðarflokkinum nakrantíð í Norðstreymi var á valinum í 2022, tá hann fekk stívliga 29% av atkvøðunum í Norðstreymi. Fleiri av bygdunum her norðuri eru rættiligar ”javnaðarbygdir”, har flokkurin í áravís hevur verið tann størsti. Sum t. d. á síðsta vali, tá hann varð størstur í Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík/Streymnesi, Hósvík, Kollafirði og í Kvívík. Enn hava vit ikki klárað tað í Vestmanna - men vit nærkast.

 

Í yvirlitinum yvir álitisfólkini í nevndini øll hesi árini er sum nevnt Árni Mortensen á Skælingi tann, sum hevur verið drúgvastur við 24 árum sum nevndarlimur, harav formaður í fleiri ár. Av øðrum álitisfólkum hesi árini kunnu nevnast Steinbjørn Magnussen í Tjørnuvík, Heðin Hansen í Kollafirði, Mary Gaard og Birgir W. Høgnesen í Vestmanna.

 

Árni á Skælingi drúgvasti álitismaður

 

Árni Mortensen er úr Porkeri. Fór á ungum árum út at sigla við Mærsk sum so nógvir aðrir ungir menn hagani tá fyrst í 1960-unum. Fekk sær útbúgving á Føroya Maskinskúla og silgdi so nøkur ár við fiskiskipum, til hann síðst í 60-unum kom at starvast hjá Strandferðsluni, serliga á Suðuroyarleiðini, og arbeiddi har í meir enn fjøruti ár. 

 

Hann fór ”upp á land” í 2012, var verkvørður nøkur ár á Tekniska skúla í Havn. Síðstu tíggju árini hevur hann verið maskintøkniskur hjálparmaður (”heimahjálp” sigur hann sjálvur) hjá trolarum sum Ametyst, Jaspis, Enniberg og nú hjá nýggja Emerald. Enn virkin á arbeiðsmarknaðinum nú hann verður 82 í heyst. Árni flutti norður til Skælings at búgva í 1967, giftist við Ednu Einarson av Tvøroyri í 1979. Nógv munnu kenna til matgerðina hjá Ednu á Skælingi til mangt borðhaldið og ikki minst allir teir, sum hava arbeitt í undirsjóvartunlunum seinastu nógvu árini, har Edna hevur verið fastur kokkur.

 

Eitt av politisku hjartamálunum hjá Árna er orkupolitikkurin, bæði í tørvinum á nýskapandi lóggávu og so sum hann verður framdur gjøgnum virksemi hjá SEV. Og hvussu vit sum einstakir borgarar kunnu vera virkin á økinum. Her er Árni íðin slóðbrótari í grøna orkuskiftinum við lokala vatnorkuverkinum, sum hann og aðrir hava bygt á Skælingi.


Alt sítt lív hevur Árni verið íðin og virkin javnaðarmaður, og nú vit fara gjøgnum gerðabøkurnar síggja vit, at ongin hevur verið trúgvari í nevndini í Norðstreymoyar Javnaðarfelag enn Árni, 24ár tilsamans. Nevnd og limir í Norðstreymoyar Javnaðarfelag takka Árna á Skælingi fyri trúgva tænastu fyri felagið og Javnaðarflokkin øll hesi árini.

 

Um 50-ára hátíðarhaldið

 

Vit hátíðarhalda 50-ára stovningardagin hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag fríggjadagin tann 25. oktober kl. 16-18 í bygdarhúsinum í Kollafirði. Formaður floksins og løgmaður, Aksel V. Johannesen, ber fram heilsu. Formaður felagsins sigur stutt frá um politisku søgu felagsins. Rigmor Dam og Helgi Ejdesgaard siga frá um bókaverkætlan um søgu Javnaðarfloksins. Signar í Homrum syngur og spælir nakrar sangir og Elin Maria Olsen tekur okkum við á harmonikuni til nakrar góðar gamlar. Eisini verður okkurt gott til góman.

 

Nevndin bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Vit eru Steinbjørn Magnussen úr Tjørnuvík, Elin Maria Olsen av Streymnesi, Eivind Clementsen úr Hósvík, Lis S. Hammer og Gunnvør Dam Jensen úr Kollafirði, og Jonna O. Hansen og Hans Pauli Strøm úr Vestmanna.

 

 

 

Norðsteymoyar Javnaðarfelag