Norðurlendski forsetin vitjar á ólavsøku

Forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar í Føroyum á ólavsøku

Bryndís Haraldsdóttir úr Íslandi er forseti í Norðurlandaráðnum í løtuni, og næstu dagarnar vitjar hon í Føroyum.

 

Hon kemur til landið í dag og vitjar her fram til mikudagin.

Bryndís Haraldsdóttir fer at vera við, tá ið løgtingið verður sett ólavsøkudag. Hon skal eisini hitta politikarar, felagsskapir og onnur á vitjanini í Føroyum.

 

Í fjør var fosetin í Norðurlandaráðnum eisini á vitjan í Føroym á ólavsøku. Ta ferðina var tað Jorodd Asphjell úr Noregi.

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum.